Grindin ring at hava við at gera

Grindin er spjadd og tað gongur illa at fáa rakstur á hana, sigur sýslumaðurin

Í morgun varð boðað frá Grind í Haraldssundi, norðanfyri byrgingina við Svartadal á Strond.

 

Grindin verður mett at vera millum 100 og 150 hvalir, men tað gongur illa at fáa rakstur á hana, sigur sýslumaðurin, Karl haldansen Johansen.

 

Ætlanin er at reka hana á Hvannasund og ein grind nú, kemur væl við hjá klaksvíkingum, sigur sýslumaðurin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr tað nýggjasta um grindina.