var snøri. Tað var strævið hjá einum 16 ára gomlum at standa við hesi tungu loddini. Snørini, vit brúktu á grynri og djúpari vatni vóru ymisk til tyngdar, men tung vóru tey hjá einum ungum knarki, sum hann [...] Salli sigur seg minnast, at túrurin í Grønlandi mundi vara í stívliga tríggjar mánaðir. - Minnist eg rætt, høvdu vit 1400 shippund hendan túrin í Grønlandi, og tað var ein hampiligur túrur, sigur hann. [...] byggja ein svenskan Stigfjord glastrevjabát, sum var 28 føtur langur og tríggjar metrar breiður. Salli sigur, at hann kendi Herman Hermansen í Hósvík væl, og hesin hevði júst keypt sær ein útróðrarbát av hesum
hurtað undir hjá okkum at fáa el innlagt. Árið eftir fari eg at forhandla um at fáa elektrisitetið inn. Tummas Anthoniussen, sonur Poul Martin, hevði verið og lært hjá Leif Mohr og hevði arbeitt hjá honum. Eg [...] nakrar dálar inn í Sparikassan, tá hann var stovnaður. Um lýst var í Dimmalætting eftir avvarandi hjá henni, ella hvussu hetta kom út, er óvist, men tað var Petur Kristian Joensen við Gjógv, trímenningur [...] og sagt, at bæði vóru í ætt við hana, ið átti sparikassabókina. Sum rímiligt er, kom hetta væl við hjá okkum, og tað mundi Petur Kristian eisini vita. Stríðið at fáa gerði Sum eg havi nevnt fyrr, áttu vit
Tá vit høvdu etið, skuldu vit fara at sova. Vit fingu eitt sett av góðum undirklæðum. Tann fyrsti svøvnurin hjá teimum flestu riggaði illa. Tað vísti seg sum at likamið var farið heilt út av funktión, tað [...] altíð okkurt sum kann leggjast afturat. Í FF-blaðnum royndi eg at savna mest gjørligt av lagnusøguni hjá fiskimonnum. Eisini um Ernestinu. Hetta var serliga gjørt í samband við eini ferð, sum tey avvarðandi [...] Grindavík í 1924. Tá eins og í ár 2000 sást, hvussu djúpt hesar vanlukkur framvegis eru í huganum hjá teimum sum vardu av. Aftaná umrøddu ferð kom nokk so fitt afturat í FF-blaðnum, eins og tað nú er fingið
Klaksvík. Íslendingar vunnu 4-0, og tað varð hildið at vera ov stórur sigur. Í 1974 vitjaði Ísland í Gundadali. Alt bendi á trivaligan sigur til gestirnar, sum vóru á odda við tveimum málum eftir fyrra hálvleik [...] spældi tveir dystir, men hvørgin var landsdystur, men ímóti Vali (4-1) og KR (5-1). Árið eftir var fyrsti landsdysturin millum Ísland og Føroyar spældur í Gundadali sjálvan ólavsøkudag. Tað gekk javnt á [...] skipað fyri landskapping í Føroyum. Fyrstu árini spældu íslendingar við b-landsliðnum ímóti Føroyum. Fyrsti dysturin var í 1959, og aftur varð spælt ólavsøkudag. Íslendingar vunnu 5-2, og tað varð hildið ikki
Strategurin Hoydal sigur lítið ella einki, men partamaðurin Karsten Hansen sker í gjøgnum við sannførandi rødd og sigur: »Vit hava eina sak, tað hava danir ikki«. Henda tankagongd man vera vanlig hjá nógvum tj [...] spikarin ikki orðið »republik«? Var tað ikki tað, sum var málið við hesum samráðingum? So trínur fyrsti maður framm á pallin. Høgni Hoydal forklárar á flótandi donskum: »Selvstændighed vil give et bedre [...] tú/vit). Annað samráðingarumfar Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir frá grundleggjandi sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini: »Den danske regering vil ikke modsætte sig et ønske fra det færøske folk. Regeringen
er altíð stuttligast um ein ella fleiri laksar bíta á, sigur hon bjartskygd. Nú er bert upp til laksin at avgera, um hetta verður dagur í viku hjá Sofíu. Framvið vatninum standa aðrir menn í somu ørindum [...] kann eg sita her í tímavís, bara eg fái loyvi til tað, sigur aldrandi laksafiskarin. Lorkaði hann burtur Tann stóri spurningurin og spenningurin hjá laksamonnunum og -kvinnunum er, um tað man eydnast at [...] á beinanvegin. Hetta sama mundi hent hjá Sofíu, tá hon seinnapartin í gjár kastaði út á fyrsta sinni: Agnið var rækja, og tað gekk ikki minutturin, til tann fyrsti laksurin beit á! - Tað var býtt, at eg
Onnu Evensen sjálva og til Folkemindesamlingen í Danmark, sum hevur tað í varðveitslu. Eintakið hjá Onnu er hjá eftirkomarum hennara í Danmark. Tískil bar til at hava alla hesa søguna í sjey pørtum í FF-blaðnum [...] við viðmerkingum hjá Onnu. Tað áhugaverda er, at Anna staðfestir hvør ið var “Jegvan, den Havnemand”, sum fann grindina, sum vísan er um. Tað vóru jú so nógvir Jógvanir í Havn. Anna sigur, at hann var ein [...] var tann fyrsti, sum varð grivin í “nýggja” kirkjugarði í Havn í 1935. Ein abbadóttir hansara er Ingun, gift við Eiriki Lindenskov. Ingun og børnini Anna og Jónas eru einastu eftirkomarar hjá Onnu Evensen
trupulleiki hjá honum at nýta hana. Hann setti seg sjálvur við henni og lærdi seg at brúka hana. Og tað er ikki nakað óvanligt at fáa teldupost frá Jógvani Gerðalíð. Um tað stendur fast hjá honum, so spyr [...] av betongi. ? Eg havi mest fingist við jørðarbeiði, grevstur og spreingiarbeiði, sigur hann. Hann starvaðist í nøkur ár hjá Landsverkfrøðinginum, har hann millum annað stóð fyri arbeiðinum at gera byrgingina [...] arbeiðsroyndir av sínum eintingum. ? Ja, man kann nokk siga, at eg eri sjálvlærdur, sigur Jógvan. Spurdur, um hvat konan sigur til, at hann er farin aftur at arbeiða á gamalsaldrinum, svarar Jógvan flennandi
sum var undarligt. Mamma situr undir mær um morgunin. Omma kemur inn, og nú sigur mamma: ”Eru teir komnir?” ”Nei,” sigur hon, ”mamman hevur heldur ongan fingið aftur.” Tá var mammubeiggi, Jógvan Joensen [...] sum mammubeiggji hevði dyrkað. Annars áttu tey ikki jørð. Kúgvin kom so út í kjallaran hjá okkum at standa. Fjósið hjá teimum var ikki so gott, og vit høvdu eini so góð hús. Soleiðis fingu vit mjólk. Mamma [...] plagdu at hjálpa til, tá vit vóru so frægar. Høvdu líkverju klára Abbi og omma, foreldrini hjá pápa, búðu inni hjá okkum. Mamma mátti so taka við ábyrgdini, sum pápi annars hevði havt. Abbi doyði árið eftir
fjørðin, sigur Josefina. ? Ja, eg minnist tann eina túrin, eg fór heilt suður til Suðuroyar við fólki. Hann øtlaði vindin; myrkur kom á meg, og tað var tungt at vinna uppundir Borðuna aftur, sigur Axel, ið [...] nú árini kortini eru so mong, sigur Axel: ? Nei, tað veit eg ikki. Eg eri ikki meira enn nøkur og hálvfems, og tí hevði eg einki havt ímóti at havt ein nýggjan bil, sigur hann og smílist. Men meinar Axel [...] geri tað, sigur hann avgjørdur ? og nú smílist hann ikki, tí tað skilst á øllum brøgdum, at hann meinar tað í álvara. ? Nei, nei. Eg hevði slett ikki stúrt fyri at sett meg í ein bil aftur, sigur Axel og