r í ár. Úrslitini vóru framløgd á ársfundinum og ein arbeiðsætlan fyri 1998 varð samtykt soleiðis, at tilmælini frá arbeiðsbólkunum verða løgd fyri ein eykaársfund 29.-30. juni, sum skal samtykkja endaligu [...] fiskastovnar. Konvensjónsøkið er fiskastovnar innanfyri fiskimørk hjá limalondunum fiskiskapur á opnum havi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. NEAFC hevur heimild at samtykkja viðtøkur (recommendations) [...] broytingarnar um framtíðina hjá NEAFC og um eftirlitsskipanina í altjóða sjógvi. Samtykt varð at seta ein nýggjan arbeiðsbólk at fáa til vega fleiri vísundaligar upplýsingar um ferðingarmynstrið fyri makrel
Hvussu ein kann nýta hendan miðil til at styrkja norðurlendskt mál og norðurlendska mentan. Um ein vil ella ikki, so má ein fyrihalda seg til tey tilboð, sum tøknifrøðin hevur at geva, um ein ikki skal [...] nærum avoldað, tá ein er avlærdur. Tól sum verða útskift við nýggjastu tøknina, tí at tey eru ótíðarhóskandi, vísa seg mangan at hava menglar, áðrenn tey eru liðugt installeraði. Ein av teimum møguleikum [...] sum stendur okkum í boði, so óendaliga nógv størri, enn ein kundi ímynda sær, bert fyri stuttari tíð síðani. Møguleikarnir fyri upplýsingum, sum ein slettis ikki hevði givið gætur, eru at finna á netinum
útjaðaranum eru ovurhonds álvarsligir. Ein orsøkin til, at útjaðarin tapir fyri miðstaðarøkinum, er at tað eru ov fá størv til fólk við útbúgving. Eg havi alla virðing fyri fiskafólki og arbeiðsfólki [...] betalir 30 oyru meiri fyri hvønn litur av olju. Og tað er órímilgt, at ein bygdarskúli skal betala meiri fyri internetið, enn ein skúli í miðstaðarøkinum. Men fyrst av øllum heldur formaður javnaðarfloksins [...] flytir størv úr Havnini, og fær eina betri tænastu. Samferðslumøguleikar Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar, avgerðandi táttur er samferðslan. Tað ber ikki til, at samferðslan skal gera tað so nógv dýrari
vanda. Føroyingar geva okkum skyldina fyri alt - Tað er einki at dylja, at eg ofta havi kent meg ørkymlaðan, og við hvørt havi eg eisini kent tað, sum skeldaðu føroyingar okkum danir út í ríkiligt mát, segði [...] fekk herfyri í sama máli. Vilja royna parlamentarisku heimildina - Um støðan hjá stjórnini ikki broytist, og hon heldur fram við at vera so negativ mótvegis føroyingum, er ikki óvist, at Vinstriflokkurin
Næstan alt verður góðtikið, so tú kanst gera, sum tú vilt, og hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing og møguleiki fyri ein ungan tónleikara. Eg spurdi teir royndi leikararnar í JazzOasis, um sovorðnir ungdómar [...] gav tað úrslit, siga teir í JazzOasis. Tað verður heilt víst ein rimmar konsert, sum verður í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti. Har átti ein og hvør, sum hevur áhuga fyri jazzi og rútmiskum tónleiki at [...] Jazzfestivalin í ár, greiðir Edvard Nyholm Debes mær frá. Eg stakk inn á gólvið hjá honum eitt kvøldið, ein hálvan tíma áðrenn vanliga venjingin hjá teimum skuldi byrja fyri at spyrja hann eitt sindur um bakgrundina
sum eg havi gjørt, og eg renni hvørki undan mínum stíli ella mínari fortíð í Frændum. Á nýggju fløguni havi eg ikki roynt at flyta meg frá nøkrum, sum eg havi gjørt ella til nakað nýtt. Eg havi gjørt tað [...] tað rættiliga natúrligt, sum eg altíð havi gjørt, og tí er tað kanska ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur. ? Eg havi ein stíl, sum fólk ivaleyst kenna, og hann vil eg fegin halda fast um. Tað kemur [...] til eina fløgu sjálvur, er tað lættari at fáa ein reyðan tráð at ganga ígjøgnum. ? Hendan fløgan er ein solofløga sammett við Frændur, men tað er framvegis ein bólkur, sum gevur hana út, tí allir limirnir
samráðingunum í 1993 var tað ein partur av avtaluni millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, at í 1998 skuldi javnvág verða á løgtingsfíggjarlógini. Hetta var somuleiðis ein treyt fyri, at ríkiskassin [...] egnu ætlan, skuldu hava javnvág og helst avlop á fíggjarlógini. Tey undanfarnu tvey árini, sum eg havi umrøtt frammanfyri, hevði javnaðarflokkurin ábyrgdina av fíggjarmálum, men síðani juni 1996 hevur [...] á, hvussu samgongumenn yvirbjóða hvønn annan við gyltum lyftum um stórar almennar íløgur, sum fyri ein part skulu fíggjast burtur av avlopinum hjá landskassanum næsta ár. Í dag skal landsstýrismaðurin í
hond og kanska eisini støðga skeivu gongdini. Og í slíkum málum er kanska eins ofta talan um at hjálpa allari familjuni á ein ella annan hátt. Tað er ikki altíð lætt hjá handilsmonnum at meta um, annaðhvørt [...] løgregluna er ein bjarnatænasta. Og byggir henda áskoðan á tríggjar meginreglur: 1) telist barnið millum teirra, sum ikki hevur nápað fyrr og bert hevur gjørt tað fyri spenningin, ja, so fær ein túrur á l [...] løgreglustøðina og ein samrøða við ein sosialráðgevara ikki aðrar avleiðingar, enn at barnið hevur skilt álvaran í málinum Barnið fær avgjørt ongi sálarlig sár, undirlutakenslur ella brotsmannalyndi av
Og líka síðani vit av fyrsta tíð fóru at tosa um hetta, hevur tað verið ein dreymur at sleppa avstað, sigur Theodor Olsen. ? Eg havi ongantíð áður verið í Suðuramerika, so tú kanst ætla, at eg eri spentur [...] til at fara at ferðast har og uppliva tey ymsu londini. Kunnu bróta ferðina av Dánjal Hoydal, sum er ein annar av teimum fimm í ferðalagnum, hevur ivaleyst hoyrt nógvar søgur um Suðuramerika, tí pápi hansara [...] gista vit á vallaraheimum og hjá fólki, sum vit ætla okkum at vitja, sigur Theodor Olsen. Í Bolivia er ein føroyskur skúli, sum er úrslit av Norrønum Dagsverki, og har vita teir um fólk, sum hava við Føroyar
lýsast leyst. - Tað varð eisini lýst leyst, men Niels Sørensen, ein vinur Horsdal, fekk starvið, og Tórgerð Nielsen fekk aðrar uppgávur. - Nú havi eg verið eygleiðari til starvsfókaviðurskiftini á ALS, har [...] løgfrøðingur, tryggingarleiðari, varaleiðarin á arbeiðsávísingini og seinast skrivarin hjá stjóranum. Ein teirra, sum kendi seg kroystan úr starvi, er Unn Kruse, fyrrverandi varaleiðari á arbeiðsávísingini [...] Tórgerð Nielsen skúgvað til viks, við ikki minni enn einum kevtti. - Hon var burturstødd uttanlands, tá ein annar ávísiningarleiðari varð settur í hennara starv. - Hetta var gjørt uttan at starvið varð lýst