vit ikki undan tveimum veruleikum. Annar er heildarveitingin úr Danmark, og hitt er skuldin. Heildarveitingin hevur gjørt, at hava kunnað loyvt okkum eina vísa nýtslu, ið vit ikki høvdu havt ráð til [...] at vit kunnu ikki fáa valdið í Føroyum uttan vit innrætta búskapin eftir veruligu orkuni í landinum. Tíðin er farin frá heimastýrinum, vit hava. Og eg ivist ikki, at Poul Nyrup torir ikki at vera tann [...] um vit verða innanfyri ella uttanfyri. Og hann helt at enda, at gera vit ikki Føroyar til eitt lágskattaland, sum dregur pengar til sin, heldur enn at styggja pengar frá sær, kunnu vit sleppa øllum dreymum
Tað hava verið nógvir stjórar á Almannastovuni seinastu árini. Tað er kanska ikki so løgið, tí hetta er ikki nakað lættisoppastarv. Tað visti Jóan H. Svabo Samuelsen, tá landsstýrismaðurin í almanna- og [...] eg bert fyribils- settur í stjórastarvið á Almannastovuni, til greiða fæst á, hvussu økið skal skipast, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen, sum ikki veit, um hann fer at søkja, um ein stjóri møguliga verður [...] torført at siga í løtuni. Eg havi játtað at sita í hesum starvi til bygnaðarbroytingarnar eru lidnar. Hvussu langa tíð tað tekur, veit eg ikki, men eg vóni at tað verður innan eina rímiliga tíð, sigur Jóan
hvat politisku flokkarnir, løgmaður og arbeiðsbólkurin komu til á fundinum. Úteftir er lok lagt á málið, til endalig, politisk støða verðr tikin til, hvat føroyingar vilja gera við bankakanningina. Rúni Joensen [...] á málið. - Higartil hava vit latið okkum trýsta til at taka støðu eftir einari nátt. - Nú hevur tað týdning, at vit gera arbeiðið til lítar, og koma til felags niðurstøðu, saman við serfrøðingunum,sigur [...] vandi ikki er fyri, at ov long tíð gongur, áðrenn danir frætta frá føroyingum, sigur hon, at tað er rættast at vit geva okkum stundir, so øll sjónarmið koma fram. - Tað er umráðandi at vit ikki fara niður
nógv uppí oljuvinnuni, so fái eg nústaðni møguleikan til at fara til botns og skaffa mær vitan og royndir, sum so aftur kunnu koma bæði Saga men ikki minst Føroyum væl við. Pauli Einarsson heldur tað er [...] Petroleum telist ikki millum heimsins størstu oljufeløg. Meðan onnur feløg eisini taka sær av sølu til vanliga brúkaran, so arbeiðir Saga bara við at leita eftir olju og gassi og at fáa hesi til høldar. Í fjør [...] oljumál av ymsum slag. Hann hevur siglt við seismikkskipum, hann var við til at seta á stovn arbeiðsávísing á ALS við serligum atliti til sjófólk í oljuvinnuni og hann hevur so eisini verið formaður í Føroya
kloddutur, hava teir væl ikki sent okkum mannin til at kollsigla stovnin? Ella var tað av líkasælu? Eg dugi ikki at meta um. Undir øllum umstøðum var tað ein beistagerð! Hann megnaði ikki bert at søpla burtur [...] litinum lítið til nyttu, so sær út fyri mær, at teir hjá fíggjareftirlitinum púrt onga nyttu vóru til. Tað hevur verið nevnt, at í tíðarskeiðinum frá 1989 til seint í 1992 vóru teir ikki á gátt hjá bankunum [...] at selja saltfisk). Vit skiltust, og roknaði eg við ikki at hoyra meira um málið. Stjórin gavst tó ikki á hondum, men vendi nakrar ferðir aftur til grannskoðaraspurningin. Mítt svar var hvørja ferð tað
tykist tað truplari hesaferð. Túrurin til Fjar eystur at stinga hval er eitt sindur viðkvamur, og tað kann verða orsøkin til, at tað ikki er so lætt at fáa fígging til henda túrin. Tróndur Patursson heldur [...] China Voyage og The Spice Island Voyage. Til Føroya at halda fyrilestur Tim Severin hevur ikki verið í Føroyum síðani 1976, men nú kemur hann aftur. Hann kemur til Føroya at halda fyrilestur um teir báðar [...] Severin kemur ikki einsamallur til Føroya. Við sær hevur hann tveir mans, Leonard Sheil og Joe Beynon, sum báðir eru listamenn. Teir hava eisini verið við á fleiri kanningarferðum. Við sær til Føroya hava
í málinum. Kanningin skuldi ikki umfata orsøkina til bankakreppuna, men bara bankabjargingina, og serliga umstøðurnar í sambandi við partabrævabýtið. Men nevndin skuldi ikki meta um hvønn týdning lógar [...] kanningini. Millum annað er ikki greitt, hvørja vitan Nyrup fekk um kapitaltørvin, tá hann í januar tók við eftir Schlüter. Nevndin hevur heldur onki fingið at vita um, hví Nyrup ikki greiddi Maritu Petersen [...] hon heldur talan vera um handilsligt býti, men fær tó ikki staðfest, hvat teir ymsu luttakararnir halda um tann spurningin. Kanningarnevndin fer ikki í dýpdina við spurninginum um Hafnia/Baltica og Føroya
ljóðar, so sær út til, at Fólkatingið er á veg aftur til útgangsstøði, nevniliga til dómarakanningarnar. Millum annað er orsøkin tann, at í teimum kanningunum verður støða tikin til mistøk og vansketni [...] stevna Ninn-Hansen fyri Ríkisrættin og hildu ikki, at tað í framtíðini skuldi verða møguligt at koma til slíkar niðurstøður. Hetta varð eisini beinleiðis orsøkin til, at Konservativi flokkurin vildi hava eina [...] fór at siga um ráðharraábyrgd, tí tað hevði hon ikki fingið heimild til. Men vit mugu so samstundis viðganga, at tað er trupult at brúka frágreiðingina til nakað, uttan at gera eitt eyka kanningararbeiðið
Tað er ikki á hvørjum degi, at Super-Dekk fær slíkan ordra. Hesi dekkini eru 207 cm høg, 97 cm breið og tey viga 1189 kg hvørt. Eitt tílikt dekk kann lasta 21,2 tons og tað kostar umleið 60.000 krónur [...] manglaði eitt tílíkt dekk, men av tí at bíleggingartíðin er long, valdu teir at keypa eitt heilt sett til eina aðra gravkúgv, og tískil vantar Fríðrik Bláhamar næstu tvey dekkini av hesum slag seinni í mánaðinum
áðrenn hann tekur nakað stig. Null stuðul til Skipafelagið Skipafelagið, sum í dag røkir farleiðina til Skotlands við leigaða skipinum Pasadena, skal tó ikki rokna við, at teir báðir størstu andstøðuflokkarnir [...] stuðul soleiðis, at Skipafelagið kann fáa rutuna at bera til. Jóannes Eidesgaard heldur ikki, tað er eitt gott hugskot uttan víðari at veita stuðul til eitt privat felag, tí grundgevingin fyri at niðurleggja [...] privata farleiðin ikki skuldi gøðast við almennum peningi. Føroysk leið á íslendskar hendur Heldur Skipafelagið upp at við at sigla til Skotlands 1. apríl, so óttast Jóannes Eidesgaard tó ikki fyri, at sjálv