Tá ið Fólkatingið á sinni eftir drúgt orðaskifti setti Grønborg nevndina at kanna bankamálið, fekk nevndin ein fastan setning at arbeiða eftir.
Arbeiðssetningurin var sera avmarkað, og tað hevur gjørt tað trupult hjá kanningarnevndini at fáa greiðu á øllum leiklutum í málinum.
Kanningin skuldi ikki umfata orsøkina til bankakreppuna, men bara bankabjargingina, og serliga umstøðurnar í sambandi við partabrævabýtið. 
Men nevndin skuldi ikki meta um hvønn týdning lógargrundarlagið hevði fyri málinum.
Børsen setti í gjár spurnartekin við virðið av kanningini.
Sambært blaðnum hava eygleiðararnir givið fleiri dømi um manglar við kanningini.
Millum annað er ikki greitt, hvørja vitan Nyrup fekk um kapitaltørvin, tá hann í januar tók við eftir Schlüter.
Nevndin hevur heldur onki fingið at vita um, hví Nyrup ikki greiddi Maritu Petersen frá støðuni, hóast embætismenninir bóðu hann gera tað.
Kanningarnevndin viðger nágreiniliga um talan var um eitt handilsligt ella politiskt býti, og ger greitt, at hon heldur talan vera um handilsligt býti, men fær tó ikki staðfest, hvat teir ymsu luttakararnir halda um tann spurningin.
Kanningarnevndin fer ikki í dýpdina við spurninginum um Hafnia/Baltica og Føroya Banka.
Kanningarnevndin ger onki við »kompetansuna« hjá Fíggjarmálaráðharranum mótvegis fíggjarnevndini, Fíggjareftirlitinum, sum ikki er hansara umráði, og Tjóðbankanum.
Tað verður heldur ikki viðgjørt, hvat er farið fram millum teir ymsu fundirnar.
Upplýsingar eru strikaðir av skjølum uttan frágreiðing, men tað ger nevndin heldur onki við.
Kanningarnevndin greiðir frá at danskir embætismenn við bankakreppuni sum jarnbrot vildu kroysta føroyingar at loysa búskaparkreppuna, men tekur ikki støðu til, um teir arbeiddu aktivt fyri, ella góðtóku, at føroyingar stóðu eftir við allari ábyrgd fyri bankakreppuni.









