Hann er settur fyribilsstjóri á Almannastovuni

- Væl veit eg, at hetta er ein útsettur postur, men eg taki tað sum eina avbjóð*ing. Bert tíðin kann vísa, hvussu úrslitið verður, sigur nýggi fyribils stjórin á Almannastovuni

Tað hava verið nógvir stjórar á Almannastovuni seinastu árini. Tað er kanska ikki so løgið, tí hetta er ikki nakað lættisoppastarv.

Tað visti Jóan H. Svabo Samuelsen, tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, heitti á hann, um at taka við sum stjóri á Almannastovuni.

Kortini umhugsaði Jóan Hendrik bert áheitanina eina løtu, áðrenn hann tók av. Ein orsøk var, at hann áður hevur arbeitt á stovninum, og tí kendi hann starvsfólkiini og arbeiðsgongdina á Almannastovuni.

- Eg veit, at hetta er ein ógvuliga útsettur postur, men eg taki tað sum eina avbjóðing. Bert tíðin kann vísa, hvussu tað fer at ganga, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen.

Hann er 42 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur.

Í 1994 varð hann settur í starv á Almannastovuni, men tá nýggjaHeilsumálastýrið varð stovnað, varð hann settur har at umsita almannalóggávuna. Hetta starvið hevur hann frameftir.


Broytingar og umleggingar

Orsøkin til, at Jóhan Hendrik S. Samuelsen er settur fyribils sum almannastjóri, er m.a., av tí at bygnaðarbroytingarnar eru settar í verk. Tað er ivasamt, hvussu Almannstovan verður skipað frameftir.

Heilsumálastýrið umsitur almannaverkið, heilsuverkið og almanna- og heilsumál.

Møguliga skulu partar av Almannastovuni og heilsuverkinum leggjast undir Heilsumálastýrið, har eisini fíggjarstýringin, lóggávan ráðgeving, starvsfólkapolitikur og KT-økið møguliga skulu leggjast saman í aðalstýrinum.

- Tí eri eg bert fyribils-

settur í stjórastarvið á Almannastovuni, til greiða fæst á, hvussu økið skal skipast, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen, sum ikki veit, um hann fer at søkja, um ein stjóri møguliga verður settur av nýggjum á Almannastovuni.

Hóast tað tykist sum gongur tað eitt sindur framá í samfelagnum, so merkist tað ikki á Almannastovuni. Har hava tey eins nógv at gera, sum í ringastu krepputíðini.

Telduskipanin

verður útskift

Hetta tíðarskeiðið eru kortini nógvar arbeiðsgongdir broyttar á stovninum, eins og útbyggingar eru farnar fram. Neyðugt er við nýskipanum. M.a. verður nú øll EDV-skipanin skift út. Tað verður uppgávan hjá nýggja stjóranum at arbeiða við, umframt at dagliga arbeiðið skal fáast frá hondini

Almannastovan hevur stórar upphæddir at arbeiða við. Umleið 900 mió. krónur fara um Almannastovuna árliga.

Tað er kortini neyðugt at gera ábøtur, fyri at fáa sum mest fyri peningin, eins og arbeiðið skal rationaliserast, fyri at sleppa undan dupultvirksemi.

- Hvussu leingi skalt tú sita sum almannastjóri?

- Tað er torført at siga í løtuni. Eg havi játtað at sita í hesum starvi til bygnaðarbroytingarnar eru lidnar. Hvussu langa tíð tað tekur, veit eg ikki, men eg vóni at tað verður innan eina rímiliga tíð, sigur Jóan H. Svabo Samuelsen.