Løgfrøðiliga metingin av bankamálinum liðug í næstu viku

Umboð fyri politsku flokkarnar fundaðust allan týsdagin. Løgmaður bjóðaði fyrrapartin einum umboði fyri hvønn flokkin á fund við arbeiðsbólkin, sum skal gera løgfrøðiliga niðurstøðu um bankafrágreiðingina

Tað er ógjørligt at fáa at vita, hvat politisku flokkarnir, løgmaður og arbeiðsbólkurin komu til á fundinum. Úteftir er lok lagt á málið, til endalig, politisk støða verðr tikin til, hvat føroyingar vilja gera við bankakanningina.

Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, sigur, at fyribils er bert tað gjørt, sum bankalógin ásetur. Tað er at gera rættarliga meting av støðuni.

- Týsdagin fingu umboð fyri politisku flokkarnir ávegis frágreiðing um støðuna frá arbeiðsbólkinum, sigur Rúni Joensen

Tá bólkurin er liðugur við arbeiðið, verður málið handað Landsstýrinum, sum so - saman við teimum sjey limunum í arbeiðsbólkinum, gera eina niðurstøðu.

Rúni Joensen sigur, at væntandi verður løgfrøðiliga kanningin liðug miðskeiðis í næstu viku.

Tá hetta er av, skulu Landsstýrið og tingið taka støðu til, hvat víðari skal henda í málinum.

22. mars 1998 eru fimm ár liðin síðani partabrævaumbýtið fór fram. Hetta er samstundis firningarfreistin fyri at farast kann víðari við málinum.

Marita Petersen er limur í uttanlandsnevndini. Spurd, um vandi ikki er fyri, at ov long tíð gongur, áðrenn danir frætta frá føroyingum, sigur hon, at tað er rættast at vit geva okkum stundir, so øll sjónarmið koma fram.

- Tað er umráðandi at vit ikki fara niður við málinum í hálvum gekki. Vit skulu arbeiða fyri at fáa eitt føroyskt felags kvalifiserað útspæl, sigur Marita Petersen, sum samstundis viðgongur, at vandi er fyri, at tíðin gongur, og nú danir tykjast at hava lagt lok á málið.

- Higartil hava vit latið okkum trýsta til at taka støðu eftir einari nátt.

- Nú hevur tað týdning, at vit gera arbeiðið til lítar, og koma til felags niðurstøðu, saman við serfrøðingunum,sigur Marita Petersen.