hevur roynt at fáa myndugleikarnar at heiðra djórini, sum gjørdu tænastu í bretska herinum, segði undir hátíðarhaldinum, at í seinastu øld brúktu bretar fleiri milliónir djór til hertænastu, og at flestu teirra [...] teirra lótu lív. Hildið verður, at átta milliónir ross doyðu í tænastu hjá bretska herinum undir fyrra heimsbardaga, tey flestu av møði, sjúku ella svongd, og bretar brúktu eisini fleiri hundraðtúsund
sigur seg vænta, at undirtøkan verður góð. Ikki minst sigur hann seg rokna við, at teir tríggir løgtins- og GÍ-viðhaldsmenninir, Torbjørn Jacobsen, Andreas Petersen og Bill Justinussen fara at geva sítt íkast [...] Tiltakið er skipað soleiðis, at luttakararnir møtast í GÍ-húsinum, har renningin byrjar klokkan 19. Tekning til tiltakið fer tó fram ein tima undan hesum. Runnið verður til Shell-støðina í Gøtudali, har [...] leskandi verður til tey luttakandi. Síðani verður runnið heim aftur til vøllin, og eru nøkur, sum hava hug at renna meira, verður eisini runnið kring vøllin. Tekningarseðilin til renningina er samstundis ein lutaseðil
Tað er ikki so langt síðani, at Ísland var um reppið at spæla seg í endaspæl. Í hesi undankappingini hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá Íslandi, sum er í bólki F saman við Norðurírlandi, Svøríki [...] um í Reykjavík havt vitjan av Liktinstein. Fyri íslendingar var tað stórt vónbrot, at úrslitið gjørdist 1-1, eftir at Ísland í 1. hálvleiki hevði verið á odda 1-0. Brynjar Björn Gunnarsson legði Ísland [...] Liktinstein. Íslendingar fóru av vøllinum við boygdum høvdum, meðan teir í Liktinstein fegnaðust sum um, at teir høvdu vunnið dystin. Ísland hevur sjey stig fyri sjey dystir, og Liktinstein hevur fýra stig fyri
Rasmussen, reiðari, sigur, at nýggja skpið fer kunna frysta 1400 tons á plattum og hava 1200 tons av fiski í tangum. Byggikostnaðurin verður umleið 250 miljónir krónur. - Eg vænti, at skipið kemur í juni/ juli [...] , sild og makrel. - Kvoturættindini, sum felagið eigur, skuldu verið nóg mikið til, at skipini rakstrarliga koma at hanga saman, sigur Kristian Martin Rasmussen [...] juli mánaða komandi ár, sigur reiðarin. Hann vísir á, at umborð á nýggja skipinum verða níggju skerilinjur ímóti teimum seks, sum eru umborð á gomlu Norðborg. Felagið í Klaksvík eigur hálvt triðja loyvi
Firði, Oyrareingjum og Signabø eru nógv øki at byggja á. Okkum nýtist ikki at fara upp í fjøllini og byggja, men man hevur varhugan av, at Havnar Kommuna ætlar at avtofta hesi nevndu økini. Eg havi onki ímóti [...] ímóti einari bingjuhavn, men eg, og fleiri við mær, eru ímóti at kroysta hana niður á Oyrareingjum, tí tá verður ikki liviligt her. Allar staðir í Norðanlondum leggja tey eina tílíka havn uttan fyri bygt
eingin ivi um, at vit sera fegin vilja hava Eyðun at halda fram sum hjálparvenjari. Fyribils hevur hann tó biðið um at verða fríttstillaður, og so verður tað upp til komandi venjaran at gera av, hvør skal [...] ungdómsvenjari, sigur Aksel. Umframt Trygva og Eyðun er ein triði venjari við A-venjaraprógvi knýttur at KÍ. Hesin er Pætur Clementsen, ið virkar sum ungdómsvenjari.
tískil hevur KÍ gjørt av ikki at burturvísa Høgna úr felagnum. - Mett verður, at tá ið fótbóltsspælarar eru heitir, er altíð vandi fyri at yvirreagera, og vísandi til, at Høgni stutt eftir dystin tosaði [...] tosaði við leiðsluna, har hann bað um umbering, hevur leiðslan valt, at revsingin til Høgna, umframt leikbannið, skal vera ein sekt. Eftir leikbannið er upp til komandi venjaran, um Høgni Madsen aftur gerst
NSÍ álopsspælarin Jónhard Frederiksberg fegnaðist um, at tað hevði eydnast heimaliðnum at vinna øll stigini: - Skulu vit hugsa um at vera við í kappingini í toppinum, so mugu vit vinna sovornar dystir [...] , men vit fáa ikki nóg stóra úrtøku. Jónhard heldur, at spælið var ov nógv upp og niður: - Vit eru fleiri nýggir á liðnum, og tað tekur sína tíð at samanspæla liðið. Í løtum hekk tað væl saman við góðum
síðani undir krígnum, og valið var staðfesting av, at tað gongst illa at vinna javnstøðu millum kynini í íslendska tinginum Tað verða nógv nýggj andlit at síggja, tá ið nývalda Altingið kemur saman. Av teimum [...] fingu ikki nýggja álitisváttan. Úrslitið av altingsvalinum í gjár var staðfesting av, at tað gongur striltið at fáa javnstøðu millum kynini í parlamentarisku umboðanini í Íslandi. Hesa ferð vóru 20 konufólk
báðir abbarnir lósu nógv, minnist Jógvan aftur á, og leggur afturat, at satt at siga las hann bøkur, áðrenn hann yvirhøvur dugdi at lesa. - Foreldrini lósu nógv úr Sagnum og ævintýrum hjá Dr. Jakobsen [...] SAMRØÐA Hann hevur skrivað fleiri enn 30 bøkur. Og fólk tíma at lesa hansara bøkur. Vit tosa um Jógvan Isaksen, sum fyrr í vikuni fekk Heiðursgávu Landsins fyri sítt virksemi sum ummælari, ritstjóri, [...] og Robinson Kruso í týðing hjá Sverra Patursson, greiðir Jógvan frá. Men hann leggur eisini afturat, at Davy Crockett-bøkurnar vórðu lisnar á tamb á donskum, og foreldrini lósu úr “Anders And”, sum hann