24 nýggj andlit í Altinginum

Valluttøkan var tann lægsta síðani undir krígnum, og valið var staðfesting av, at tað gongst illa at vinna javnstøðu millum kynini í íslendska tinginum Tað verða nógv nýggj andlit at síggja, tá ið nývalda Altingið kemur saman. Av teimum 63, sum vórðu vald fyri fýra árum síðani, eru 24 ikki í nýggja tinginum. Fleiri stillaðu ikki uppaftur, men átta tingmenn, sum bjóðaðu seg fram aftur, fingu ikki nýggja álitisváttan.

Úrslitið av altingsvalinum í gjár var staðfesting av, at tað gongur striltið at fáa javnstøðu millum kynini í parlamentarisku umboðanini í Íslandi.

Hesa ferð vóru 20 konufólk vald á ting. Fyri fýra árum síðani vóru 19 konufólk vald í Altingið, og í 1999 vórðu 23 konufólk vald í Altingið. Í 1995 vórðu 16 konufólk vald í íslendska tingið.

Valluttøkan hesa ferð var 83,5 prosent. Tað var lægsta valluttøkan síðani 1942.