Tað er ikki so langt síðani, at Ísland var um reppið at spæla seg í endaspæl. Í hesi undankappingini hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá Íslandi, sum er í bólki F saman við Norðurírlandi, Svøríki, Spania, Danmark, Latvia og so Liktinstein.
Í kvøld hevur Ísland á Laugardalsvøllinum í Reykjavík havt vitjan av Liktinstein. Fyri íslendingar var tað stórt vónbrot, at úrslitið gjørdist 1-1, eftir at Ísland í 1. hálvleiki hevði verið á odda 1-0.
Brynjar Björn Gunnarsson legði Ísland framum í 28. minutti, og í 69. minutti javnaði Raphael Rohrer fyri Liktinstein.
Íslendingar fóru av vøllinum við boygdum høvdum, meðan teir í Liktinstein fegnaðust sum um, at teir høvdu vunnið dystin.
Ísland hevur sjey stig fyri sjey dystir, og Liktinstein hevur fýra stig fyri sjey dystir.
Seinni í kvøld spæla Danmark og Svøríki í Parkini í Keypmannahavn.