Heilsu- og stuðulsrenning í Gøtu

Tiltakið er skipað soleiðis, at luttakararnir møtast í GÍ-húsinum, har renningin byrjar klokkan 19. Tekning til tiltakið fer tó fram ein tima undan hesum.

Runnið verður til Shell-støðina í Gøtudali, har okkurt leskandi verður til tey luttakandi. Síðani verður runnið heim aftur til vøllin, og eru nøkur, sum hava hug at renna meira, verður eisini runnið kring vøllin.

Tekningarseðilin til renningina er samstundis ein lutaseðil um uttanlandsferð við Smyril Line.

Umframt heilsuátak er talan eisini um stuðulsrenning, har tey luttakandi kunnu tekna seg fyri ávísa upphædd fyri hvønn meturin tey renna, ella bara eitt fast gjald.

Andreas Petersen, formaður í GÍ, sigur seg vænta, at undirtøkan verður góð. Ikki minst sigur hann seg rokna við, at teir tríggir løgtins- og GÍ-viðhaldsmenninir, Torbjørn Jacobsen, Andreas Petersen og Bill Justinussen fara at geva sítt íkast til tiltakið.