Djór til heiður og æru

Í Bretlandi hava myndugleikarnir nú heiðrað djór, sum hava gjørt tænastu hjá bretska herinum. Tað hendi, tá Anna prinsessa fyrr í vikuni avdúkaði eina standmynd, sum vísir tvey klyvjadjór við herútgerð. Aftan fyri tey ganga eitt ross, ein hundur og fleiri onnur djór.

Rithøvundurin Jilly Cooper, sum í fleiri ár hevur roynt at fáa myndugleikarnar at heiðra djórini, sum gjørdu tænastu í bretska herinum, segði undir hátíðarhaldinum, at í seinastu øld brúktu bretar fleiri milliónir djór til hertænastu, og at flestu teirra lótu lív. Hildið verður, at átta milliónir ross doyðu í tænastu hjá bretska herinum undir fyrra heimsbardaga, tey flestu av møði, sjúku ella svongd, og bretar brúktu eisini fleiri hundraðtúsund brævdúgvur í teimum báðum heimsbardøgunum.

Bretar hava eisini eina skipan, har djór og fuglar kunnu fáa heiðurstekin fyri serligan dugnaskap í kríggi. Higartil hava 60 djór og fuglar fingið hetta heiðurstekinið.