Men tað eru so eisini aðrar uppgávur at taka sær av, og hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum, sum er eitt av feløgunum, sum hevur fingið sær skrivstovu í Føroyum, verður ikki bara bíðað eftir komandi [...] fara fram tíðliga næsta ár. -Tann lági oljuprísurin í dag fer ikki at ávirka áhugan fyri leiting enn. Men tað má innan alt ov langa tíð koma eitt ella annað boð/útspæl frá føroysku myndugleikunum, nær útbjóðingin
lanum. Fyri at eitt slíkt hugskot kann vinna frama, er sum sagt, at fólkið í oynni stendur saman, men eisini at bæði vinnan, kommunal- og landspolitikkararnir í Suðuroynni ganga saman um eina slíka ætlan [...] um hesi viðurskifti. Hetta vóru bert nakrir fáir tankar, frá einum, sum ikki er serkønur á økinum, men sum í spenningi fylgir við. Vónandi verða teir tiknir til umhugsan og í álvara, tí at alt gongur við
eru nógvir tvørleikar, sum tey hava at dragast við. Eitt er, at flutningurin er trupul og dýrur. - Men eitt annað er, at tað er nógv sum bendir á, at tað kemur minni og minni fiskur um uppboðssøluna, og [...] at Framtaksgrunnurin tá eisini kemur at stuðla teimum virkjum í útjaðarunum, sum longu eru stovnað, men sum onga almenna fígging hava fingið. Hann sigur, at samgongan má skunda sær, tí hon hevur alla tíðina
loysn sigur, at vit skulu halda fram við samráðingum við ES um at útbyggja verandi handilsavtalu. Men tá vit síggja, hvussu spakuliga hetta hevur gingið, so er man farin at hugsa um aðrar møguleikar, og [...] at ein EBS-avtala - hvørki principielt, praktiskt og fíggjarliga, er nøkur góð avtala fyri Føroyar. Men tað er sjálvandi upp til føroyingar at meta um og gera av, hvussu ein ynskir at fara víðari fram. Danir
-Tí fylgja vit nágreiniliga við í, hvat hendir í hesum máli, men hinvegin er tað púra greitt, at hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt í Føroyum. So skjótt før-oyingar hava fingið greiðu á hesum og ynskja [...] havi ilt við at skilja, hvat hetta orðið merkir. Tað verður sagt, at Danmark er ein suverenur statur, men Danmark hevur pliktað seg til hópin av altjóða avtalum eitt nú í sambandi við ST, NATO og ES, sum gera
ein spurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skuldu taka sær av. Síðan hendi ikki meira tá. Men longu árið eftir hava onkrar ætlanir verið frammi, tí í røðu míni til lidnu næmingarnar á Fiskivin [...] skipað seks ár seinni. Fiskivinnuskúin hevur ongantíð slept ætlanunum um at skipa fyri slíkum skeiðum, men tann brennandi spurningurin hevur verið, hvør skal gjalda fyri skeiðini og møguliga løn til arbeiðsfólkini
pørtunum at koma til eina semju! Løgmaður vísir á, at nógv fólk undan honum hava arbeitt við hesum máli. Men uttan at vera hástórur ella taka sær alla æruna av tí úrsliti, sum nú fyriliggur, so vísir løgmaður [...] man gjarna, og tað havi eg eisini sagt honum, tó at eg veit, at hetta er hansara persónliga avgerð. Men vit hava eitt annað mál, sum hevur ligið og bíðað eftir, at markið við Bretland er komið uppá pláss
Hansen og Nourdin Manai, siga, at tað hevur verið ein møtimikil uppgáva at byggja matstovuna upp aftur, men nú teir eru lidnir við hetta, eru teir sera væl nøgdir við úrslitið. Tað, sum ein beinan vegin leggur [...] ikki endaliga avgjørt, tí tað veldst um, hvat fyri fiskaslag teir kunnu fáa mest støðuga levering av. Men hann leggur tó dent á, at fiskurin er umráðandi, tí tað er nakað, sum ferðafólk spyrja, hóast vit fyrst
frítíðarmiðstøðina, sum er væl útgjørd at taka ímóti familjum við børnum. Tað dámar Duritu eisini væl, men fyri foreldrini,sum skulu hjálpa henni við øllum,er tað strævið, tí umstøðurnar eru als ikki fyri [...] væl at rokna og skriva, og skilir væl enskt. Pápin heldur, at Durita er ógvuliga virkin av náttúr, men at hon er ógvuliga tarnað rørsluliga, og tí hevur verið tvungin at brúka høvdið. Durita vil helst vera
vónandi í Føroyum men undir øllum umstøðum úti í heimi. ? Oljufeløgini meta hetta sum eina skilagóða íløgu í framtíðina. Sjálvandi skal tað eisini tryggja teimum dugnaliga og góða arbeiðsmegi, men endamálið er