trúlovað við, misti Frida ein annan beiggja á ungum aldri. Hetta var Edvard f. 1903, sum 12 ára gamal í 1916 saman við einum øðrum drongi var farin at royna eftir skurapisu. Hann var áhaldsin, datt á sjógv [...] ðar við Johan Joensen í Toftum. Jógvan f. 1915. Giftist við Ingrid í Hálvmørk í Oyndarfirði. Týska flogfarið datt niður á Gøtuvík Tá ið eg kom til Gøtu var kríggið byrjað. Hetta merktist eisini á ymiskan [...] seinasta parti byrjaði mín tíð í Gøtu við at eg passaði svigarinnuna, Fridu Dahl Jacobsen, upp. Barnið, hon fekk tá, var Jónhild, sum seinni giftist til Klaksvíkar við Jóannes Niclasen. Men Jónhild gjørdist
vísa eisini á fornfrøðisku rannsóknirnar , ið hava verið gjørdar á Reyni fyrr í summar, tá gamli prestagarðurin á Reyni varð kannaður. ? Prestagarðurin er bygdur í 1627, og rannsóknirnar á Reyni vístu [...] Á loftinum í reyða býráðssalinum í Havn hava tveir søgufrøðingar seinastu trý árini stríðst og strevast við at fáa søguna um Havnina skrivaða. Nógvir tímar eru farnir á loftinum til at nærlesa gomul skjøl [...] at arbeiða við verkætlanini, og uppgávan fall studentaskúlalærarunum og søgufrøðingunum, Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe, í lut. Síðan á heysti í 2001 hava so teir báðir verið í gongd við verkætlanini
kann hava við sær, at fleiri av hinum liðunum so at siga fáa mót av nýggjum. Tað kann aftur hava við sær, at spenningurin um FM verður stórur í heyst. Næstu dagarnar verður tað friðarligt á fótbóltsvøllunum [...] Sogndal á útivølli vann 3?0 á Kjelsås. Njósnarin segðist hava serligan áhuga fyri álopsfelaganum hjá Kurt Mørkøre, sum eitur Tommy Øren. Hesin skoraði síðsta málið, men tað er ikki at undrast á, um hann [...] framvegis hava ilt við at skriva navnið rætt hjá, var fyrstur á innlegginum. Í 2. hálvleiki stóð tað leingi einki til hjá Sogndal, sum var rættuliga kroyst. Tí kom tað sera væl við og var ein stórur lætti
væl brúkbarir á øllum økjum, bara teir ikki starvast í Føroy-um. Umhugsunarvert. Knappliga er Danmark í kapping við fleiri onnur lond um at fáa fatur í hesi arbeiðsmegi. Skjøtil er settur á. »Frá høvdinum [...] at standa á og byggja okkara framtíð. »Við teimum evnum, sum skaparin gav«. Ja, men klára vit okkum, verður spurt. Soleiðis var eisini spurt í áttatiárunum. Tá trúði ein meiriluti av fólkinum á, at um tað [...] samfelagið hevur ment seg, og sjálvbjargnisviljin somuleiðis. Og nú eru vit komin fram við 1992 og støðga á við 1998. Hesi bæði árstølini verða eisini standandi í okkara søgu. Steinbjørn B. Jacobsen 4
í gomlum sniði við árum og seglum. Teir luttaka á regattasiglingum og kappsiglingum og gera útferðir td. við skúlaflokkum og øðrum, sum á tann hátt læra eitt sindur um søgu føroyinga. Á Toftum er felag [...] róðrarbátur við seglum hildin í gomlum sniði, tjøraður bæði uttan og innan við finskari trætjøru, sum ger, at hann nú eftir 11 árum er heilt svartur á at líta. Men tað sær ikki svart út við umstøðunum at [...] at hava bátin her á Toftum. Kommunan hevur givið byggiloyvi, so at felagið kann byggja sær neyst eisini í gomlum sniði við grótlaðaðum veggjum og flagtekju á einum øki við Rætt, innavert bátahylin í Oyrunum
hann kortini við, tá fyrsta sýning verður komandi fríggjakvøld. Tað er Snæbjørn Hansen, ið er ættaður úr Nólsoy, sum vit hava í hinum endanum. - Nú eg eri á veg úr Havn og inn í handilin hjá okkum í Eysturoy [...] mansstað, sum vit plaga at siga. Snæbjørn Hansen vísir á, at rættiliga ymiskt hevur verið undanfarin ár, hvussu nógvir leikarar hava verið við í kabarettini á ovastevnu. - Okkurt árið hava vit verið væl mannaði; [...] og hava traðkað fólk nóg so hart á tærnar, sigur stuttligi nólsoyingurin, sum enn einaferð er til dystin fús, nú nýggj kabarett verður stáplað upp á beinini í sambandi við ovastevnu í Nólsoy komandi vikuskiftið
Cathrina Margretha Elisabeth Olsen, f. 1825, giftist við Hans Olaus Djurhuus, bónda á Vestara Húsagarði. Dóttir teirra var Margretha f. 1854, sum giftist við Oliver P. Effersøe. Ein beiggi Hans Olaus var Andreas [...] systir Vangina giftist við Emil Kock sorinskrivara, og hon gjørdist vermóður Christian Bærentsen amtmann. Sigga Poulina Olesdatter, f. 1829, giftist við Jákup Jacobsen, bónda á Eystara Húsagarði. Vanliga [...] f. 1888, giftur við Ebbu, Esben Michael f. 1890, doyði sum smádrongur, Margrethe Christine Elsebeth f. 1896, giftist við Johan Danielsen, postmeistaran, og Poul f. 1902 giftist við Sunnevu úr Skúvoy
jólaborðhaldini stóðu fyri durum. So á tann hátt fingu vit eina góða byrjan, sigur Berg Vatnhamar. Sjálv matstovan letur upp á miðdegi við einari buffet. - Vit byrjaðu við at hava buffet hvønn gerandisdag [...] at byrja fyrri enn so á matstovuni. - Tá Ólavur seldi Statoilstøðina, flutti morgunmaturin við niðan her á matstovuna, so tann »gamla klikan«, sum drakk kaffi og át rundstykkir á Statoilstøðini fyrr, gera [...] gjørdist ov nógv, og nú hava vit so selt handilin aftur, sigur Ólavur Olsen. Stutt eftir, at bowlinghøllin varð tikin í nýtslu gjørdist hann varðugur við ein tørv á at fólk eisini kundu fáa ein góðan bita
og harðan rock saman við Chase. Hann var saman við sínum sangfugli Lenu Andersen farin á konsert hjá Sir Paul. ? Er tað ein av øllum teimum gomlu klassikarunum, sum eg vildi sleppa á konsert hjá, so er tað [...] McCartney fríggjakvøldið suðaði Keypmannahavn av spenningi. Inni á matstovum, á Strøjnum og í Nýhavnini hoyrdi tú fólk siga, at tey vóru komin á konsert. Úr Jútlandi. Úr Noregi, Svøríki og Íslandi. Og úr Føroyum [...] gjørligt. ? Vit høvdu kikara við, so vit fingu eisini hugt væl og virðiliga eftir bólkinum. Hann var stak góður og serliga trummusláarin var genialur. Vit sótu á 8A, sum er uppi við síðuna, so vit hoyrdu eisini
grannarnar. Men nú tá býráðið er gingið saman við Sp/f Høgna Mikkelsen, ger man beint tað øvugta við tað, at man ætlar at pressa so nógvar eindir, sum tilber inn á eitt sera lítið øki. Hetta, at man ætlar at [...] greitt fram á fundum, vit hava havt við býráðsumsitingina. Tað at byggiharrin/keyparin sjálvur situr í býráðnum, og enntá er partur av meirilutanum, ger hetta málið uppaftur keðiligari. Vit tora við vissu at [...] í vindeygu okkara. Vit hava búð í frið og náðum og við góðun útsýni her uppi í meiri enn tjúgu ár, og hava soleiðis vunni hevd uppá hettar. Børnini á dagstovninum, hava ekkaleys spælt úti í Guds fríu nátturu