GÍ sigurin letur upp fyri fleiri møguleikum

Steypasingurin hjá gøtumonnum fer ivaleyst at gera, at hini liðini fara at rokna meiri við møguleikanum, at tað ber til at koppa HB

Sigurssælir gøtumenn fóru úr Gundadali sunnudagin. Fyri triðju ferð í fimm ár høvdu fleiri teirra vunnið finaluna um løgmanssteypið. Fleiri av spælarunum hava verið mettir at verið farnir um besta fótbóltsaldurin, men finalusigurin ger, at teir hava tryggjað sær rættin til Europa Cup luttøku komandi ár, og tað kann væl fara at vísa seg, at hetta verður drívmegin restina av hesum árinum og eisini komandi ár.

GÍ er í niðara enda í landskappingini. Nú verður setningurin hjá teimum at vinna seg longri upp eftir talvuni. Steypasiguirn átti at borið spæligleði og sjálvsálit við sær.

Um úrslitini í landskappingini vóru nýtt sum metingargrundarlag, so var HB stórfavorittur Tórsvølli, har teir framvegis ongantíð hava vunnið, men gongdin og úrslitið vístu, at í einari finalu er einki óhugsandi.

At HB, sum hevur verið so sera sanførandi í landskappingini, snávaði ímóti einum av lægru staddu liðunum, kann hava við sær, at fleiri av hinum liðunum so at siga fáa mót av nýggjum. Tað kann aftur hava við sær, at spenningurin um FM verður stórur í heyst.

Næstu dagarnar verður tað friðarligt á fótbóltsvøllunum. Klaksvíkingar hava hildið frí í eina viku. Í hesi vikuni eru teir farnir undir fyrireikingarnar til Europa Cup. Fyrri dysturin verður í komandi viku. Í hinum feløgunum halda teir frí í hesi vikuni. So fara teir undir fyrireikingarnar til restina av spennandi fótbóltsárinum. 6. august verður 11. umfarið á skránni. Tá verður spælt soleiðis: NSÍ?FS Vágar, B36?B68, Sumba?GÍ, B71?VB og KÍ?HB.jh



Tríggir føroyingar á triðja plássi


Kurt Mørkøre er toppskjútti í næstbestu norsku deildini, og Sogndal, sum hevur vunnið tríggjar ferðir upp í slag, er komið fram á triðja plássið


Tað er næstan spell, at næstbesta norska fótbóltsdeildin nú fór í summarfrí. Tær síðstu vikurnar hevur tað rættuliga gingið undan hjá føroyska liðnum í norskum fótbólti, og tað hevur gingið væl hjá føroysku spælarunum.

Tá Sogndal annan sunnudag á útivølli fer at spæla móti Hønefoss, sum er næstniðast, verða teir á triðja plássinum. Megna teir at varðveita hetta plássið, tá kappingin veråður liðug í heyst, so skulu teir spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tvey tey bestu liðini flyta beinleiðis upp. Lyn og Strømgodset eru fremst við ávikavíst 34 og 28 stigum. Sogndal, sum hevur spælt tólv dystir, meðan tey flestu av hinum liðunum hava spælt tretan dystir, hevur 23 stig. Teir hava málmunin pluss 15. Kongsvinger hevur sama stigatal sum Sogndal. Teir hava spælt trettan dystir, og málmunurin hjá teimum er pluss fýra.


Arsenal hugdi

Sambært norskar fjølmiðlar var onkur njósnari fyri eingilska stórfelagið Arsenal ímillum teir 277 áskoðararnar, tá Sogndal á útivølli vann 3?0 á Kjelsås. Njósnarin segðist hava serligan áhuga fyri álopsfelaganum hjá Kurt Mørkøre, sum eitur Tommy Øren. Hesin skoraði síðsta málið, men tað er ikki at undrast á, um hann eisini festi seg við Kurt Mørkøre, sum tvær ferðir sendi bóltin í málið.

Kurt Mørkøre drønstøutaði til 1?0 í næstsíðsta minuttinum í 1. hálvleiki. Eftir at Kjelsås var farið í skjótt mótálop, eydnaðist tað Hans Fróða Hansen, sum allar 90 minuttirnar var í miðverjuni, at steðga álopinum. Uppspælið var skjótt í høgru, og Kurt Mørkøre, sum fleiri norskir fjølmiðlar framvegis hava ilt við at skriva navnið rætt hjá, var fyrstur á innlegginum.

Í 2. hálvleiki stóð tað leingi einki til hjá Sogndal, sum var rættuliga kroyst. Tí kom tað sera væl við og var ein stórur lætti, tá Kurt Mørkøre økti til 2?0. Tað restaðu trettan minuttir, tá hann eftir skjótt mótálop fekk málið, og so fór luftin úr heimaliðnum. Eftir uppspæl í høgru økti Tommy Øren til 3?0 ein minutt eftir at Kurt hevði skorað fyri aðru ferð.


Allir føroyingarnir við

Í Sogndal vóru teir eitt sindur niðarlaga, tá teir mitt í síðstu viku høvdu tapt steypadystin móti Vålerengen heili 7?0. Men triðji sigurin á rað í landskappingini gjørdi, at lagið batnaði.

Umboð fyri leiðsluna boðaði eftir dystin frá, at teir umhugsa at keypa onkran stóran verjuspælara. Tað kundi sæð út sum ein hóttan móti Hans Fróða Hansen, men fyribils kann føroyski fótbóltsheimurin gleða seg um, at tað gonst øllum trimum føroyingunum í Sogndal væl.

Julian Johnsson hevur verið smáskaddur, men sunnukvøldið spældi hann allar 90 minuttirnar á tamb, og tað gekk væl. Leiðslan helt eftir dystin fyri, at tá teir í fjør keyptu Kurt Mørkøre, so var talan um eitt tann besta handilin, sum teir nakrantíð hava gjørt, og tað er ikki at undrast á. Nú næstbesta norska deildin er farin í tvær vikur langa summarfrí, er Kurt Mørkøre toppskjútti í 1. deild. Saman við Jostein Flo hevur hann skorað tíggju mál.jh


Leiftur burturúr Europa


Føroyska liðið tapti 3?0 í Fraklandi, og tí tykist heimadysturin móti Sedan at verða avgreiðsluspurningur


Tað er friðarligt í íslendskum fótbólti í løtuni. Landskappingin er í stuttari summarfrí. Næstu dystirnar eru á skránni mánadagin í komandi viku. Tá skal Akranes spæla á heimavølli móti Fylkir, og ÍBV skal spæla í Grindavík. Leiftur sleppur ikki upp í part aftur fyrrenn 20. juli, tá teir á heimavølli skulu spæla móti Keflavík.

Leygardagin var Leiftur í Fraklandi, har teir í øðrum umfari í Intertoto Cup kappingini royndu seg móti Sedan. Tað gekk einki serligt. Franska liðið vann 3?0, og tí tykist tað vera greitt, at tað verður franska liðið, sum fer at halda fram í kappingini. Men áðrenn tað verður púra greitt, skal dysturin í Ólafsfirði spælast komandi leygardag.

Støðan í hálvleikinum var 2?0. Beinanvegin í 2. hálvleiki hevði Leiftur tveir stórar møguleikar, men teimum eydnaðist ikki at skora týdningarmikla málið á útivølli. Og fram móti endanum var heimaliðið nærri við at økja um leiðsluna, enn Jens Martin Knudsen og teir vóru at fáa mál.jh