Á loftinum í reyða býráðssalinum í Havn hava tveir søgufrøðingar seinastu trý árini stríðst og strevast við at fáa søguna um Havnina skrivaða. Nógvir tímar eru farnir á loftinum til at nærlesa gomul skjøl, ið á ein ella annan hátt hava havt tilknýti til menningina av Havnini seinastu mongu hundrað árini
Í gjár kundu teir báðir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe almannakunngera tey bæði fyrstu bindini av teirra kanningunum um Havnarsøguna. Á tíðindafundi seinnapartin í gjár varð søgan um Havnina fram til 1816 løgd fram.
? Hetta er næstan eins spennandi, sum at fáa børn. Vit hava lagt stóra orku í verkætlanina, og hon er á ein hátt okkara barn, siga Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen.
Fyrstu bindini telja í alt 650 síður, og tað er ikki smávegis, ið søgufrøðingarnir eru komnir eftir. Teir halda seg kunna staðfesta, at Havnin er væl eldri enn higartil mett.
Verkætlanin
Fyri góðum trimum árum lat Tórshavnar kommuna eitt mentanar- og listaálit úr hondum. Í álitunum varð kunngjørt, at kommunan ætlaði at fáa søguna um Havnarbý skrivaða. Ein ritstjórn varð sett at finna tveir skikkaðar persónar at arbeiða við verkætlanini, og uppgávan fall studentaskúlalærarunum og søgufrøðingunum, Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe, í lut.
Síðan á heysti í 2001 hava so teir báðir verið í gongd við verkætlanini. Sum áður nevnt fevna fyrstu bindini um Havnar søgu fram til 1816, og Jens Pauli og Kári eru longur farnir undir at skriva søguna um Havnina frá 1816 til annan veraldarbardaga. Teir kunnu ikki við vissu siga, nær triðja bindið verður latið úr hondum.
Eldri enn hildið
Millum manna hevur verið hildið, at Havnin stavar frá Trúbót um ár 1540
Søgufrøðingarnir byggja sítt uppáhald á millum annað á skjøl um Húsagarð, ið var bóndagarður í Havn. Higartil hevur verið staðfest, at Húsagarður ikki hevur verið eldri enn frá seinast í 1500-talinum, men Kári og Jens Pauli halda seg við vissu kunnu siga, at Húsagarður í øllum førum er eldri enn frá 1584.
? Kongsskatturin hevði sín uppruna í tingfaratollinum, sum varð goldin fyri at reka altingið. Í 1274 var altingið, ið hevði lóggávuvald og dómsvald, tikið av og løgtingið kom ístaðin. Løgtingið var bara dømandi, tí nú tók kongur við lóggávuvaldinum. Tá kongur tók helmingin av virksminum hjá løgtinginum, tók hann eisini helmingin av tingfaratollinum, sum eftirsíðan varð nevndur kongsskattur. Tá kongsskatturin er at kalla óbroytiligur, man Húsagarður hava verið til í 1274, greiða teir frá.
Kári og Jens Pauli vísa eisini á fornfrøðisku rannsóknirnar , ið hava verið gjørdar á Reyni fyrr í summar, tá gamli prestagarðurin á Reyni varð kannaður.
? Prestagarðurin er bygdur í 1627, og rannsóknirnar á Reyni vístu, at ikki minni enn tvinni gólv eru undir gólvinum frá 1627, og tá eru vit afturi í miðøldina, vísa Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe á.
Skøkjuhús
Á kanska meira skemtiligu síðuna kunnu lesarar av Havnarsøguni lesa um, at Havnin eftir øllum at døma hevur havt eina ølstovu og eitt skøkjuhús í einum húsum á Tinganesi í 1600-talinum. Søguliga hava havnarbýir havt skøkjuhús, og høvuðsstaðurin hevur eftir øllum at døma havt sama eyðkenni sum aðrir havnarbýir. Húsið, har skøkjulevnaður hevur verið, nevndist Nábottskrógv.
Í gomlum tingbókum sæst, at tvey konufólk hava verið uppi at táttast um nakrar bretar, og hetta hevur ivaleyst havt nakað við skøkjulevnaðin í Nábottskrógv at gera.
Ein ølstova við sama heiti var í Bergen um somu tíð.
Hungursneyð
Kári og Jens Paula greiða frá, at gjógvin millum fátøk og tey múgvandi hevur søguliga verið væl størri í Havn enn aðrastaðni í landinum. Hetta komst fyrst og fremst av, at í Havn hildu ovastu embætismenninir til, og at her var einsasta stóra mongdin av fátækum savnað.
? Í 1808 og 09 var reguler hungursneyð í Havn. Hetta sæst best aftur í deyðiligheitini, tí nógv fólk fórust hesi árini. Flestu teirra sum doyðu fingu lítið at eta, og doyðu av umfarssjúku, meðan onnur doyðu av ræðslu fyri enskum sjóálopum, greiða søgufrøðingarnir frá.
Soldatarnir á skansanum høvdu bara 10 gyllin, og tað rakk ógvuliga stutt. Flestu soldatarnir vóru tí noyddir at fara til útróðrar fyri at fáa endarnar at røkka saman. Til stuttleikar kann nevnast, at fútin vann sær 670 gyllin um árið.
Spennandi arbeiðið
Bæði Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe undirvístu í lærugreinini søgu í Hoydølum, áðrenn teir fóru undir at skriva Havnarsøguna. Báðir eru á einum máli, at verkætlanin hevur verið ómetaliga spennandi og gevandi.
? Tað hevur verið ótrúliga spennandi at sleppa at konsentrera seg um eina uppgávu í søgu, tí tað er tað, tú hevur lært til. Tað hevur samstundis verið strævið til tíðir, men við hjálp av tolsemi frá ritstjórn og familjuni, er tað eydnast at koma á mál, greiða Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen frá.
Søgufrøðingarnar hava lagt seg eftir at skriva bókina, so tað er møguligt hjá øllum at lesa hana. Bæði bindini eru prýdd við myndum og kortum, sum skuldi kveikt hugin hjá lesaranum at fara undir lesnaðin.
??????
Fakta: Havnar søga 1 og 2:
Fyrsta og onnur bók av Havnar søgu eru um tíðarskeiðið frá landnámi til 1816
Havnar søga 1 er um frásagnir og samtíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bóndagarðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahandilin fram til umleið 1790 og staðarnøvn innan- og uttangarðs í Havnini
Havnar søga 2 er um Vágsbotnshandilin 1768-1793, kongaliga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansavirksemi, hospital og heilsuviðurskiftini, kirkjunarnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816
Triðja bindið, sum viðgerð tíðina 1816-1945, er ávegis
Havnar Søga 1 og 2 kostar 275 kr. fyri bindið