ígjøgnum vindeyga, tí hon vildi hava luft í hárið, men vit vóru so mikið óheppin at førarin í bilinum aftanfyri okkum var ein sevilpolitistur, ið gav mær bót og eitt klipp í koyrikortið. Annars havi eg allarhelst [...] nøkrum heldur øðrvísi spurningum í sendingini Vinstra Víkiskylda 1. Hevur tú nakrantíð roynt rúsevni? - Ja, eg havi roynt rúsdrekka, cannabis, og okkurt sterkari enn tað í onkrum undarligum flipputum býartúri [...] kom út, har eg helt at sangurin skuldi verða við, tí eg veruliga vísti mína vreiðu í tekstinum, men aftaná havi eg ivast í um tann avgerðin var røtt. 4. Hevur tú nakrantíð brotið lógina? - Fyri fáum døgum
at drepa spenningin í dystinum. Í mun til so nógvar aðrar dystir hjá VB, so var talan tó als ikki um nakra solo-framførslu frá útlendsku profilunum hjá liðnum. Alina Olaru hevur í fleiri ár útmerkað seg [...] gjørdi av at seta Guðrun í Lágabø inn í málið. Hon vant seg skjótt upp við nøkrum góðum bjargingum móti barndómsfelagnum, og so fór Tjaldur av álvara at tátta móti mótstøðuni. Kódnaðu í trýstinum Og sum so [...] Tjaldur sunnudagin staðfesti, at tær enn hava eitt stórt orð at siga, tá FM-finalistarnir í kvinnuhondbólti skulu finnast. Í so máta var talan um eitt slag av sannleikans tíma sunnudagin. Bæði hjá Tjaldri, sum
Føroya størsta høvdinga í Føroya søgu, Trónda í Gøtu. Hetta vóru fáu men avgjørdu orðini hjá Oddfríða Gregersen, tá hann seinnapartin í dag avdúkaði standmyndina av Trónda í Gøtu í Gøtu. Sera nógv fólk vóru [...] standmynd av Trónda í Gøtu varð avdúkað í dag. (Sí stóra myndafrásøgn frá løtuni í Gøtu til vinstru á hesi síðuni. Kykmyndir frá løtuni verða at siggja í næstum) -Tað er mær ein mikil heiður at avdúka [...] kristnum fólki í kristnari mentan. Tí varð Sigmundur sjálvsagda hetjan, sum kristniboðarin og vinur hjá Noregs kongi, meðan Tróndur, fríður í ásjón, reyðhærdur og frøknutur varð settur í døkt ljós og lýstur
Jacobsen í fjør frætti, at Bryan Adams skuldi halda konsert á Malta júst um ta tíðina, tá hon skuldi verða á oynni í feriu, gjørdi hon skjótt av og keypti sær eitt sonevnt VIP-atgongumerki. Tað merkir í stuttum [...] honum í kvøld. - Ráðini í fjør vóru at fara í skríggjandi klæðir, tí tá skiltist mann burtur úr mongdini. Trupulleikin var bert tann, at tað høvdu øll gjørt og tað var bara ein genta, sum var í hvítum [...] kendu sangirnir á konsertini á Malta í fjør, og tað rokni eg við, at hann eisini fer at gera í kvøld, segði Helena Jacobsen, sum altso ætlar sær at møta í góðari tíð í kvøld, við Rás2
veit um hava orðblind børn verið í skúlunum, og hava tey sitið, sum sonurin hjá okkum, við ongari sjálvsvirðing, følt seg býtt og uttanfyri. Tað er einki broytt,í øllum føri í eini 50 ár. Tað er eitt stórt [...] verður óivað mettur sum fyritreytin fyri allari menning. Um vit nú høvdu búð í Danmark, hevði sonur okkara verið 'loftaður' longu í 3. flokki og verið vístur til eitt ávíst "ordblindeinstut", har serkøn fólk [...] hesi fólk, er nøkur fíggjarlig sparing. Jú, í fyrstu syftu kann tað tykjast so, men henda sparing sæst tíverri oftast aftur á tí 'almenna postinum' seinni. Tí júst hesi somu fáa brúk fyri aðrari hjálp úr sosialu
ikki eru nógvar í tali, fylla tær hvønn krók á nýggju framsýningini hjá Øssuri Johannesen í Listaglugganum. Hvussu tú so roynir at snúgva tær, lata píndu og ræðsluslignu sálirnar teg ikki í frið eina løtu [...] fløguni er í stóran mun improviseraður, og hon er upptikin eftir bert tveimum kvøldum. - Júst tá upplivdi eg, at tónleikurin støðugt streymaði ígjøgnum meg, og tí tóku vit fløguna upp mest sum í einum. Harður [...] in í tilveruni - eins og náttúran eisini er tað. Fakta Listaframsýning: Fimm stórir og 4 smærri oljumálningar eru við á framsýningini hjá Øssuri Johannesen í Listaglugganum á Niels Finsensgøtu 25 í Havn
hevur leitað sær íblástur í tekningunum í bókini í Geyma hjá Dánjali Hoydal. Hóast tað kann vera ringt at ímynda sær, so heldur Ágústa Skúladóttir, at júst mongu orðaspælini í bókini hóska sera væl at gera [...] Rótasúpan og Vavgreytur við Ellibitum í? Í nýggja sangleikinum Í Geyma hava øll hesi løgnu orðini fingið kropp og sál. Tey duga at syngja, klovnast og prumpa, so tú bæði situr í skellilátri og blívir munin klókari [...] samstundis. Og fríggjadagin fara tey øll á pall í Norðurlandahúsinum at vísa, hvussu leikur fer, tá býtta Harkaliðið hóttir við at spilla stuttliga spælið í Geyma. Fortelja fyri eygunum Tað er íslendska
noydd at hava ymiskt virksemi í sama høli, sum ananrs átti at verið í hvør sínum høli. Sostatt verða eisini hesar royndirnar kannaðar í høli, sum annað virksemi eisini fer fram í og ger tað ómetaliga trupult [...] ILA - Ávaring Kanska var tað følsk ávaring, tá ið boðað var frá ILA í einum aliringi hjá Sørvágs Laks í Sørvági. Í øllum førum hevur tað enn ikki borið til at staðfest, at talan er um ILA. Heilsufrøðiliga [...] falska ILA ávaring og at onki ILA er í Sørvági. Ella er ILA í alibrúkinum, men at okkurt er hent við royndunum, frá tí, at vit hava kannað teir, til tær eru eftirkannaðar í Århuus. Peter Østergaard ásannar
tess í Tórshavn, og fleiri økisbarnaverndir við umsiting kring landið?. Hetta vóru orðini. Hyggja vit í kommunuálitið, sum er leisturin ið landsmyndugleikarnir arbeiða eftir í hesum máli, verður í niðurstøðunum [...] at tað í hesum máli verður lagt upp til eina lutvíst sentralt stýrda barnavernd við høvuðsskivstovu í høvuðsstaðnum, sum úti í økjunum skal hava skrivstovur sínar á Almannastovunum kring landið. Í øðrum [...] Samuelsen, býráðslimur Almanna- og heilsumálastýrið læt í november mánaði 2000, drúgva frágreiðing um hvussu barnaforsorgin virkar hjá okkum og í londunum kring okkum. Eisini inniheldur frágreiðingin uppskot
skulu vit hugsa í hesum máli. Vegir, berghol og havnir eru bygdar, so tað er ikki eftir at klandrast um, og vegasambandi er júst komið fyri, ikki bara at ferðast eftir, tá tú skalt burtur í bygd ella til [...] viðganga, at tær hava havt ágóða av teirri útbygging, sum er framd á Sandi og í Skopun og á Tvøroyri og í Vági. At lív kemur aftur í hesar oyggjar er alneyðugt ikki bara fyri tær, men allar Føroyar. Um ikki [...] arbeiði, sum hóskaði tær best. Og fólk í hópatali er flutt millum bygdirnar eisini komin úr øðrum oyggjum. Fólkaflytingin og felagsskúlarnir hava eins nógva skyld í, at bygdamálini tægast sundur, sum útvarpið