Eyðun Nolsøe í Heita Stólinum

Eyðun Nolsøe svarar nøkrum heldur øðrvísi spurningum í sendingini Vinstra Víkiskylda

1. Hevur tú nakrantíð roynt rúsevni?

- Ja, eg havi roynt rúsdrekka, cannabis, og okkurt sterkari enn tað í onkrum undarligum flipputum býartúri.

 

2. Hvussu ofta grætur tú?

- Eg grát rættiliga ofta. Orsøkin til tað er, at pápi mín var ein sera kensluborin persónur, sum hevur givið mær tað fatan, at tað er ókey at vísa sínar kenslur og at gráta. Serliga kunna tárini sníkja seg fram um tað er eitt hvørt í samband við dóttir mína, og tað kunnu verða bæði gleðis og sorgartár. Men eg kann eisini gráta til filmar o.s.fr.. Hóast eg ikki minnist nær eg seinast græt, so kann tað ikki hava verið so langt síðan.

 

3. Hvat er tann vánaligasti sangurin tú hevur skrivað, ið er útgivin?

- Ein sangur sum eitur ?Hvat vilt tú mær nú?. Tað var ein solo fløga sum kom út, har eg helt at sangurin skuldi verða við, tí eg veruliga vísti mína vreiðu í tekstinum, men aftaná havi eg ivast í um tann avgerðin var røtt.

 

4. Hevur tú nakrantíð brotið lógina?

- Fyri fáum døgum síðani koyrdi eg runt á Tvøroyri við dóttir mínari, har hon stakk høvdi út ígjøgnum vindeyga, tí hon vildi hava luft í hárið, men vit vóru so mikið óheppin at førarin í bilinum aftanfyri okkum var ein sevilpolitistur, ið gav mær bót og eitt klipp í koyrikortið. Annars havi eg allarhelst koyrt ov skjótt nakrar ferðir.

 

5. Hevur tú nakrantíð verið saman við einum av sama kyni?

- Ja, eg havi mussast við einum mannfólkið, men tað tendrar meg ikki, so tað geri eg neyvan aftur. Tað er púra greitt at eg eri til konufólk.

 

6. Hvussu ofta hyggur tú eftir porno?

- Ofta. Internetið er ein gáva, og eg haldi at tað er fantastiskt at tað er møguligt at leita sær eftir tí man hevur hug til á internetinum. Eg dugi ikki at siga júst hvussu ofta, men tað er tá tørvurin er til staðar.

 

7. Kennir tú teg nakrantíð einsaman?

- Ja eg kenni meg mangan einsaman, serstakliga tí at eg havi eina dóttir, og síðan eg og mamma hennara ikki eru saman longur, so kann tað til tíðir kennist eitt sindur einsamalt ikki hava nakran at deila tað við.

 

8. Hvørjum politikara hevur tú mest virðing fyri?

- Høgna Hoydal. Hann er tann politikari í mínari tíð, sum hevur gjørt mest fyri samfelagið. Hann hevur eisini megna at sett fullveldi á dagsskrá, og tað haldi eg ikki nakar annar hevur.

 

9. Hvørjum politikara hevur tú minst virðing fyri?

- Tað stendur ímillum tveir politikarar. Antin Jenis av Rana ella Bill Justinussen. Eg haldi tað er ein vandamikil ?cocktail? sum teir blanda saman. Átrúnaður og politikkur skal verða atskiltur, men tað liva teir ikki upp til.

 

10. Hevur tú nakrantíð angrað at tú valdi at nýta títt lív uppá tónleikin?

- Ja viðhvørt. Eg haldi at tónleikalívið til tíðir er heldur óstabilt og krevjandi, men eg eri eisini sera glaður fyri at eg valdi at gera tað. Eg havi roynt at fara aðrar leiðir, men eg endi altíð við at fara aftur til tónleikin, so kanska er tað endamálið við mínum lívið.