ILA - Ávaring
Kanska var tað følsk ávaring, tá ið boðað var frá ILA í einum aliringi hjá Sørvágs Laks í Sørvági.
Í øllum førum hevur tað enn ikki borið til at staðfest, at talan er um ILA.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók royndir úr alibrúkinum.
?Støðan er tann, at á Heilsufrrøðiligu Starvsstovuni vístu royndirnar, at talan var um ILA, sigur Peter Østergaard, djóralækni í fiskasjúkum.
? Men tá ið royndirnar síðani vórðu eftirkannaðar á eini starvsstovu í Århuus, vístu tær ongi tekin um ILA.
Peter Østergaard sigur, at stóri trupulleikin er, hvussu tað ber til, at kanningarnar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísti, at tala var um ILA, men at eftirkanningin ongi tekin vísti til sjúkuna.
Hvussu tað ber til, er ilt hjá Peter Østergaard at siga.
Men hann ásannar, at eitt mistak hendi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tí royndirnar vórðu ikki goymdar sum tær áttu.
? Júst hetta málið fall saman við ymsum átrokandi uppgávum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og tí tíverri hendi tað mistak, at dupultroyndirnar komu ikki í kuldaskap, sum tær áttu, sigur hann. Tað kann gera, at royndirnar vísa, at onki ILA er.
Men orsøkin kann sjálvsagt eisini vera, at tað í veruleikanum onki ILA er.
Men hann leggur afturat, a Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur stórar trupulleikar við hølum og við manning.
? Hølistrupulleikar gera, at vit eru noydd at hava ymiskt virksemi í sama høli, sum ananrs átti at verið í hvør sínum høli. Sostatt verða eisini hesar royndirnar kannaðar í høli, sum annað virksemi eisini fer fram í og ger tað ómetaliga trupult at arbeiða og kann skjótt føra til, at royndir verða dállkaðar.
Tað er kortini ikki so, at royndirnar verða dálkaðar á tann hátt, at royndir frá fleiri alibrúkum verða blandaðar saman, so at eitt alibrúk at órætti kann verða lagt undir at hava ILA fyri tí um sjúka er í einum øðrum alibrúki.
Men tað tað kann vera hent, at ymsar royndir í sama alibrúki verða dálkaðar, so at virði av dupultroyndum verður burtur.
Hann sigur, at tey hava manningartrupulleikar, tí tey høvdu eisini havt brúk fyri einum serútbúnum fólki til hetta slagi av kanningum.
Tað, sum nú hendur, er, at fleiri royndir skulu takast, sum síðani skulu sendast til Noregs til kanningar.
Peter Østergaard sigur, at tí koma nakrir dagar at ganga afturat, áðrenn ein endalig støða fyriliggur.
? Antin er støðan tann, at vit hava sent út eina falska ILA ávaring og at onki ILA er í Sørvági. Ella er ILA í alibrúkinum, men at okkurt er hent við royndunum, frá tí, at vit hava kannað teir, til tær eru eftirkannaðar í Århuus.
Peter Østergaard ásannar, at hetta er ein sera keðilig støða fyri alibrúkið, men at hann væntar endaligt svar um nakrar dagar.
Hann sigur, at orsøkin til, at tað er gingin so long tíð, er partvís, at summarfrítíð hevur verið og tað at Starvsstovan hevur havt onnur mál, sum hava havt skund og tí hevur tað drigið út.
? Men støðan er ómetaliga keðilig, bæði fyri okkum og fyri alibrúkið, men fáa vit ikki betri. umstøður, koma vit ikki langt á hesum øki, sigur Peter Østergaard.