lótu vit hurðina upp, og eg minnist væl, at hann sat í einum stóli frammamfyri okkum. Har var myrkt og larmurin frá maskinbyrsunum dundi, men eg sá hann. Og eg minnist, at andlitið var skilt frá kroppinum [...] neyðugt at stuðla herinum í Kili, tí tað kundi gerast neyðugt at taka valdið frá Allende við hermegi. Ein av fremstu ætlanunum hjá USA var, at stjórnin hjá Salvadore Allende ikki mátti sleppa at býta seg [...] trupult hjá Allende at stýra og tann ónøgd, sum fór at vaksa, skuldi vera endabresturin fyri Allende-stjórnina. Umfatandi broytingar Fleiri ivaðust í, hvussu væl Allende fór at tora at gera tær stóru broytingar
»lættisoppa« tónleikarar so sum Boyzone, Celine Dion og onnur, men man má siga at hon dugir at skriva "hooklines". Eg kundi gott hugsað mær at hoyrt hvat hennara uppskrift er. [...] eg dugi. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? ? Kim Wilde við »Kids In America«. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? »Eldur Í«, sum vit í m [...] ein guitara, sum eg sjálvur lærdi meg at spæla á. Spælir tú nakað ljóðføri? ? Ja, fyri tað mesta gittar. Syngur tú undir brúsuni? ? Nei. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Ja, og eg droymi
trolari tók teir upp. Ódnarveður var og bátarnir hingu saman at byrja við, men so kundu teir ikki meira, tí teir vóru bangnir fyri, at illveður kom at forkoma teimum. Tað vóru 7 føroyingar við "Vartal" hendan [...] sjelkað. Eg skal nevna, sum eitt kuriosum, at Niclas, faðir Signheðan, var róligur og royndi at sissa øll. Hann hevði droymt tilbuðin um náttina og segði, at Signheðin var á lívi, tað var hann vísur í [...] yvirhøvður vistu vit, at Niclas var ein maður, sum visti meir enn onnur. Hetta var ikki einasta ?tildragilsi" frá Niclasi. Tað er ikki lítið, ein sjómaður sum Signheðin veit at siga frá, sum hevur balst
árini. Og eftir bilinum at døma má tað sigast at vera eitt satt undur, at øll komu frá óhappinum við lívinum. Sjey fólk vóru í bilinum, og sostatt kann út frá tí staðfestast, at ikki øll sótu í trygdarbelti [...] av vegnum. ? Tað er satt at siga meiri vandamikið, um ein bilur fer niðan av vegnum enn omanav, sigur vakthavandi, sum ásannar, at upplýsingararbeiði er gott, men heldur kortini, at autoverja framvið vegnum [...] Tað er eitt undur, at ongin lat lív í hesum óhappinum. Eftir bilinum at døma áttu fleiri at hava verið deyð, so hættisligt sá tað út, sigur vakthavandi. Hesin vegurin verður sagdur at vera skrekkurin í
frekan atburð at nýta tíðarkrevjandi og framleitt tilfar frá øðrum tíðindamanni uttan at spyrja seg fyri og søkja um loyvi. - Hetta havi eg satt at siga ikki upplivað fyrr, og eg kann ikki siga, hvørjar ítøkiligar [...] týdningarmikið at rætt verður borið at. - Eg eri glaður fyri, at slíkt verður gjørt vart við, júst tí hetta er so prinsipielt, og fyri framtíðina á økinum hevur tað týdning, at rætt verður borið at frá mínari [...] hesum, við tað at málið er so nýtt fyri mær, vísir Hans Mortensen á. Hann leggur afturat, at hann júst er upplýstur um málið frá danska Blaðmannafelagnum, men enn nýtist honum at hyggja nærri at lesarabrævinum
fatandi og gløggur hugsari, sum fangaði tað tú ætlaði at siga, áðrenn søgan var hálvsøgd. Eg hugsi vit eiga fáar av hansara "kaliber", man tað ikki vera so; at vit áttu bert ein Jákup á Fossinum, og hann høvdu [...] var greitt, at eingin teirra kom at seta fótin aftur á land. Hesir vóru pápin, John, og bróðurin, Hildibjartur, fosturbróðurin, Jeffrie, og pápabeiggin Anthon, sostatt komu Jákup og Jógvan at verða faðirleysir [...] ára gomul, til týsdagin hin 16. september tá ein høpisleys vannlukka kom at kosta Jákup á Fossinum lívið. Ikki er tað fáar ferðir at henda søkn hevur staðið lamsligin av slíkum meiningsleysum feigdarboðum
nýtt til at fáa fólk at skriva undir. Fólk fingu at vita, at skrivaðu tey ikki undir, høvdu tey skyldina av, at skúlabørn úr Hósvík ikki longur sluppu at ganga í felagsskúlanum á Oyrabakka, at tey gomlu [...] antin ikki sluppu at svara, ella vistu tey líka lítið. Eyðsýnt var, at hetta snúði seg ikki so nógv um kunning, men meira um at ræða fólkið til at atkvøða ja, tí landsstýrið fór at leggja øki út á kommunurnar [...] 13. sept., og sum skilst fer bygdarráðið at samtykkja samanleggingina á fundi í kvøld, 24. sept. Tað er einki at siga til, at nei-sigararnir í Hósvík føla seg at vera útsettan fyri politiska blygdanarskemt
orsøkin til, at hann ikki minnist. Men hann væntar tó sjálvur, at tað fer at koma aftur. Okkurt av tí í øllum førum. Jóan Petur greiðir frá, at hann hevði verið uttan fyri bilin, og hann minnist, at hann setti [...] smálutirnar. Tá tosið um trygdarbeltið kemur fram, siga teir, at tveir sótu í øllum førum í trygdarbeltið. John Reid sigur, at ein sat undir sær, og hann sat so ikki í trygdarbeltið og varð tískil slongdur [...] um, at teir skulu til løgreglustøðina í Runavík at greiða frá óhappinum. Teir siga eisini allir, at søgurnar, sum hava gingið um óhappið hava verið sera nógvar og sera yvirdrivnar. ? Eg hoyrdi, at eg skuldi
Bíblian sigur, at vit skulu ikki eta blóð so at læran um at "hetta er Jesus sanna blóð"stríðir beinleiðis ímóti Bíbliuni. (Ápostlasøgan 15,20; 3. Mósebók 3,17 og 17,14) Gudsspottan At hugsa sær, at menn og kvinnur [...] segði útvarpsmaðurin, at onkur ynskti at fáa hendan spurningin svarað-an: "Hvør hevði uppfunnið tann sið at kasta jørð á kistuna við jarðarferðir?" Samstundis segði útvarpsmaðurin, at Emil Olsen skuldi svara [...] rúsuni at geva teimum, sum fara til altars og siga teimum, at "hetta er sanna Jesu blóð," haldi eg vera langt av leið - ja, gudsspottan. Eitt veit eg við vissu út frá Guds orði - og tað er: At Gud hevur
áleypararnir loyvi at fáa bóltar beint á, og so er at royna at fáa mál burturúr. Hóast hetta gevur onkrar nærdystir, so tykjast verjuleikararnir heldur ikki her at leggja ov nógv fyri, og at menn spara seg [...] Rúni Elttør brádliga fer í málið at standa. Frágreiðingin tykist vera, at lærið spentist eitt sindur, og so er best at gevast, meðan leikur er góður. Ofta verður tikið til, at innsatsurin í venjingunum gjøgnum [...] dystin. Hetta er jú dysturin, sum øll hava tosað um, og satt at siga, so spenningurin bara vaksin ígjøgnum vikuna. Nú biða vit so bara eftir, at dysturin skal blásast ígongd. Síðani summarsteðgin hevur