Súsanna Dam
Restin ? vit, sum ikki kenna okkum serliga trælkað ? hava síðandi tá og ikki sørt undrandi skoðað framferðarháttin. Tragikomikkur í reinasta líki.
Samráðingar eita tey ófrávíkiligu krøvini, sum sett eru dønum. Úrslit higartil hava einans verið stórir lestrar við nógvari eymkan um, hvussu vánaliga viðferð teir fáa, og so samkenslufjarrit úr øllum ættum, ið ætlandi skulu hjálpa teimum ivandi til at taka støðu fyri okkara røsku men óheppnu fyriskiparum.
Hetta er tann parturin av fullveldinum, sum teir siga, at danir skylda okkum.
Hin parturin ? krøvini til føroysku tjóðina ? eru at vísa seg ikki stór, ikki enn í hvussu so er. Vit skulu bara gera, sum vit altíð hava gjørt. Nevnliga lata sum um, alt er í lagi, tiga og samtykkja, til alt er avgjørt, og vit ikki fáa vent.
Eingin avgerð uttan at fólkið hevur talað, varð lovað, og nú tá dagurin fyri fólkaatkvøðuni nærkast ljóðar, at vit kanska skulu svara fýra spurningum við einum svari. Altso bara um so er, at teir ráðandi semjast um, hvat vit skulu spyrjast um. Semjast teir ikki so fara teir kanska at halda áfram at samráðast við danir. Eingin veit um hvat, men eru tað somu ófrávíkiligu krøvini sum áður, so er komikkurin vissuliga fullkomin. Taktikkurin at vera so grovur og kravmikil, sum teir hava verið mótvegis hinum partinum í ríkisfelagsskapinum, skapar einki uttan ein púra óneyðugan illvilja, sum ongantíð kann koma okkum til góðar, uttan mun til hvønn møguleikan, vit einaferð fara at velja.
Teir hava fyri langari tíð síðani rent seg fastar í samráðingunum við danir, og innanhýsis megna teir ikki at semjast um, hvat teir sjálvir vilja. Snøgt sagt, tað sær ikki út til, at teir duga, og duga teir heldur ikki enn at síggja, at soleiðis er tað, ja so er eisini tragedian fullkomin.