Weekendavísin umhugsar endurgjald frá Lassa Klein

Hans Mortensen, tíðindamaður á danska blaðnum Weekendavisen, umhugsar nú hvørt hann skal krevja endurgjald frá Lassa Klein fyri stuldur av framleiddum tilfari ella ikki. - Hetta er rættiliga grovur atburður av føroyska politikaranum, sigur Hans Mortensen

- Eg havi ongantíð fyrr upplivað, at framleitt tilfar hjá mær uttan víðari er tikið og nýtt orðarætt í øðrum samanhangi, uttan at nøkur kelda er uppgivin, og í mínum eygum er hetta sera frekur atburður!
Soleiðis sigur Hans Mortensen, journalistur á Weekendavísini, sum mátti síggja grein sína verða nýtta í føroyskum lesarabrævi frá formanninum í Landsfelagi Sjálvstýrisfloksins, Lassa Klein, har føroyingurin umsetti upprunaligu greinina um bretskan og danskan politik til føroysk viðurskifti, har bert nøvnini á politisku flokkunum vórðu skift út, uttan at nøkur kelda varð upplýst.
Sjálvur hevur Lasse Klein á erligan hátt ásannað, at kelda hansara skuldi verið upplýst, hóast hann ikki metir seg hava framt lógarbrot men heldur fingið íblástur úr Weekendavísini.

Endurgjald
Hans Mortensen, upprunaligi høvundurin til samrøðu við Bernhard Ingham, fjølmiðlaleiðara í Thatcher-stjórnini, heldur talan vera um grovan og frekan atburð at nýta tíðarkrevjandi og framleitt tilfar frá øðrum tíðindamanni uttan at spyrja seg fyri og søkja um loyvi.
- Hetta havi eg satt at siga ikki upplivað fyrr, og eg kann ikki siga, hvørjar ítøkiligar avleiðingarnar verða av hesum, við tað at málið er so nýtt fyri mær, vísir Hans Mortensen á.
Hann leggur afturat, at hann júst er upplýstur um málið frá danska Blaðmannafelagnum, men enn nýtist honum at hyggja nærri at lesarabrævinum frá Lassa Klein og seta seg í samband við fakfelagið hjá donsku blaðmonnunum at ráðføra seg saman við teimum.
- Tað er greitt, at hetta er álvarsamt, og tískil má eg tosa við Blaðmannafelagið og umhugsa, um endurgjald skal krevjast frá viðkomandi politikara, undirstrikar tíðindamaðurin á Weekendavísini.

Eisini skeivt móti kelduni
Hans Mortensen vísir á, at sitering av aðrari grein við upplýsing um keldu als ikki er brot á journalistiska upphavsrættin, men tá talan er um beinleiðis umseting, noyðist hann at taka málið álvarsligt og umhugsa, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri Lassa Klein. Umframt sær sjálvum metir Hans Mortensen, at hetta eisini er skeivur atburður mótvegis øðrum.
- Hetta er eisini grovt og skeivt mótvegis kelduni, eg havi nýtt í míni samrøðu (Bernhard Ingham), tí Lasse Klein hevur eisini misnýtt hansara áskoðanir og broytt hansara orð, staðfestir Hans Mortensen.

Lasse Klein bert ein av fleiri
Sum sagt hevur danski blaðmaðurin ikki upplivað slíkt fyrr sjálvur, men týdningarmikið er at hugsa um, at hetta er ein áhugaverdur og afturvendandi problematikkur í fjølmiðla- og rithøvundaheiminum yvirhøvur, og at hetta bert er eitt ávíst dømi av fleiri her á landi. Tað kann tískil tykjast órættvíst at revsa ein einstakan, tá fleiri, m.a. fjølmiðlar, hava gjørt og gera tað sama, og júst av hesum hava vit við ein rættiliga prinsipiellan trupulleika at gera. Orsakað av hesum metir Hans Mortensen tað vera týdningarmikið at rætt verður borið at.
- Eg eri glaður fyri, at slíkt verður gjørt vart við, júst tí hetta er so prinsipielt, og fyri framtíðina á økinum hevur tað týdning, at rætt verður borið at frá mínari og fakfelagsins síðu. Nú fari eg at umhugsa, um endurgjald skal krevjast frá Lassa Klein, vísir Hans Mortensen á.
Hann hevur sett seg í samband við løgfrøðiliga ráðgevan í danska Blaðmannafelagnum at vita, hvørjir møguleikar eru, og hvussu stórt eitt møguligt endurgjald sambært lógini kann vera.

Mynd: Hans Mortensen, blaðmaður á donsku Weekendavísini, umhugsar nú saman við danska Blaðmannafelagnum, hvørjar avleiðingarnar skulu gerast fyri Lasse Klein at hava umsett grein sína uttan at upplýsa kelduna