Fingu ein møguleika afturat

Seinastu leygarnátt fingu sjey ung lívið sum gávu enn einaferð. Tey komu øll so at siga óskødd frá einum ferðsluóhappi á Vatnavegnum í Vágoynni. Í samrøðu við Sosialin greiða fimm av teimum sjey, frá, hvussu ein hevur tað eftir ein tílíkan skelk

Leirvík:
Dúgvan leggur at í Leirvík. Sum vanligt heilt fitt av fólki á keiini. Ein silvurgráur Skoda er bilurin, sum leitað verður eftir. Hann verður skjótt funnin, og í honum situr Erla Tróndheim. Ein takksom og hjartansfegin mamma, sum fekk 18 ára gamla son sín, Fróða, heimaftur av sjúkrahúsinum týskvøldið, eftir at hann hevði ligið inni til eftirlit eftir óhappið. Hann fekk nakrar løstir í høvdið, men onki álvarsamt kortini.
? Eg havi sagt tað við teir allar, at nú hava teir fingið ein møguleika afturat, sum teir ongantíð fáa aftur. So má ein bara vóna, at teir læra av hesum, sigur hon. Hon er sera sinnisrørd av hesi skelkandi hending, sum tað sama, sambært mongum, kundi havt kravt lívið hjá Fróða og hinum seks í bilinum.
Eitt skýggj av tubbaksroyki tekur í móti okkum, tá vit koma inn. Ein smádrongur stendur í gongini, og hann er sera forvitin at síggja, hvør er komin á gátt. Inni í stovuni sita seks ungir mans. Teir sita og roykja, meðan teir hyggja eftir Big Brother, men sløkkja tó sjónvarpið, tá samrøðan byrjar.
Teir seks eru allir vinmenn, og bert tann eini av teimum var ikki við í bilinum hesa náttina.

Biltúr
18 ára gamli Fróði koyrdi bilin. Ein Honda Civic, sum mamma hansara júst hevði keypt millum annað til hansara at lána. Fróði hevði bert havt koyrikortið í eina viku, tá óhappið hendi, og hann er týðuliga skelkaður enn av hendingini. Skuldarkenslan lýsir eisini úr eygunum á honum. Hann er sera álvarsamur, meðan hann greiðir frá óhappinum, sum kundi havt kostað honum og fleiri við lívið.
Hann sigur, at hann og hinir fýra, Jóan Petur, Hjalti, Christian og John Reid, vóru farnir ein biltúr hetta fríggjakvøldið. Hinir høvdu smakkað sær á, men tað hevði Fróði ikki. Hann var so glaður fyri, at hann hevði fingið koyrikort, at hann fegin traðkaði til sum privatsjafførur fyri hinar.
Teir gjørdu av at koyra vestur í Vágarnar. Tá teir vóru komnir hartil, komu tvær ungar gentur við teimum biltúr eina løtu. Og tað var á vegnum aftur til Sørvágs við teimum, at óhappið hendi.
Fróði greiðir frá, at tann eini fór út úr bilinum at fáa sær fríska luft. Tað gekk ein løta, so fingu teir hann í aftur bilin, og eftir tað minnist Fróði onki.
Hann fekk smáskaðar í høvdið, og tað er helst orsøkin til, at hann ikki minnist. Men hann væntar tó sjálvur, at tað fer at koma aftur. Okkurt av tí í øllum førum.
Jóan Petur greiðir frá, at hann hevði verið uttan fyri bilin, og hann minnist, at hann setti seg í aftur, tók trygdarbeltið, men hann veit ikki, um tað eydnaðist honum at fáa trygdarbeltið spent, tí beint tá róptu hini á Fróða, og so var bilurin farin av vegnum.
Tað fyrsta sum Fróði visti aftur til sín var, tá hann varð koyrdur í sjúkrabilin. Hinir siga, at hann stóð á vegnum, tá teir komu úr bilinum. Blóðið rann í stríðum streymum úr høvdinum á honum, men hann stóð uppi. Sjálvur minnist hann onki til hetta.
? Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg kom til mín, var um hini øll vóru á lívi. Eg spurdi ein portør, men hann visti onki at siga mær. So túrurin til Landssjúkrahúsið var ræðuligur. Eg hugsaði ikki um annað. Eg hevði jú sæð bilin, og tað sá ikki gott út, sigur Fróði, sum er sera takksamur fyri, at ikki nakað meiri álvarsamt hendi hesa náttina.

Hava lært
Teir eru allir fimm samdir um, at hetta verður teimum ein lærupengi fyri lívið. Christian og Hjalti eru 17 ára gamlir, og teir kunnu fáa koyrikort um stutta tíð. Hjalti sigur tó, at hann er vorðin forskrektur, so hann veit ikki, um hann fer í gongd við at taka koyrikortið beinanvegin.
? Eg havi í øllum førum lært av hesum. Ein má hava virðing fyri sínum lívi og at koyra bil, sigur hann. Christian sigur, at ein framyvir fer at ansa sær betur í ferðsluni.
Hinir báðir, John Reid og Jóan Petur siga tað sama. Teir eru 16 ár, so hjá teimum liggur koyrikortið heldur longri frammi í tíðini.
? Vit fara so ikki í bil aftur uttan trygdarbelti, siga allir fimm og leggja dent á, at teir hava lært av hesum.
? Hygg at bilinum. Hatta er nakað at læra av, sigur John Reid.
Fróði hevur ikki koyrt bil aftur. Hann fær ikki, tí hann sær ikki so væl allarvegir enn, og hann fær heldur ikki vent sær, sum hann vil, orsakað av løstunum. Hann sigur, at hann torir illa at seta seg handan rattið aftur, men hann vil fegin, tí annars kann tað vera, at hann ongantíð koyrir aftur.

Øll ganga
Klokkan var knapt eitt, tá óhappið hendi. John Reid, sum varð slongdur úr bilinum, var so mikið róligur og fattur, at hann ringdi og boðaði frá óhappinum. Hann ringdi fyrst á alarmsentralin og síðani heim til mammu sína.
Hann sigur, at tað komu fólk á staðið beinanvegin, so har var hjálp at heinta. Men tað var ikki so alneyðugt, tí øll gingu ella klintraðu úr bilinum, sum lá í eini grøv beint við eitt stað, sum verður kallað Gjógvin við Líð. Jóan Petur var tó liggjandi í bilinum, og hini tordu ikki at flyta hann, áðrenn hjálpin kom, tí hann rópti um hjálp, og tey vistu ikki, um hann hevði brotið nakað.
Tá foreldrini fingu boðini um óhappið, varð teimum sagt, hvat var hent, og at øll høvdu gingið úr bilinum. Og á tann hátt var tað ikki so torført hjá teimum, meðan tey koyrdu til Landssjúkrahúsið.
Fróði, bilførarin, hevði sum sagt fingið løstir í høvdið, men tað var tíbetur ikki so álvarsamt, men hann mátti liggja á sjúkrahúsinum í nakrar dagar. John Reid beklaði fótliðirnar, og Jóan Petur fekk okkurt smávegis skursl á andlit og hendurnar, men annars komu øll hini so at siga óskalað frá óhappinum. Og tað er nakað, sum verður skýrt eitt satt undur av øllum.
? Nakað eymir ymsastaðni í kroppinum, tað hava vit verið, men tað gongur skjótt yvir, siga teir.
Teir fimm eru allir á einum máli um, at teir hava fingið ein møguleika afturat.
? Tá eg sá bilin, gekk tað upp fyri mær, júst hvussu heppin vit øll vóru, sigur John Reid álvarsamur á málinum, og hinir nikka allir samtykkjandi.
? Øll hava eisini sagt okkum, hvussu heppin vit eru, og moralprædiku hava vit allir fingið, sigur Jóan Petur. Og onkur leggur afturat, at tað høvdu teir eisini fingið áðrenn óhappið.

Vit liva
Tað er torført hjá teimum at greiða frá júst, hvat hendi. Teir minnast ikki so væl til allar smálutirnar. Tá tosið um trygdarbeltið kemur fram, siga teir, at tveir sótu í øllum førum í trygdarbeltið. John Reid sigur, at ein sat undir sær, og hann sat so ikki í trygdarbeltið og varð tískil slongdur úr bilinum, men hann kom sera væl frá tí.
Teir hava ikki verið til avhoyringar hjá løgregluni enn, men teir hava fingið boð um, at teir skulu til løgreglustøðina í Runavík at greiða frá óhappinum.
Teir siga eisini allir, at søgurnar, sum hava gingið um óhappið hava verið sera nógvar og sera yvirdrivnar.
? Eg hoyrdi, at eg skuldi sita í koyristóli, sigur John Reid og greiðir frá onkrum øðrum dømi uppá, at fólk hava lagt dekan ov nógv afturat í teirri frágreiðing um óhappið.
? Bilurin fór illa, vit hava havt ilt, og vit hava somuleiðis fingið ein lærupenga. Men vit eru á lívi. Tað er tað týdningarmiklasta, siga teir fimm, Fróði, Jóan Petur, John Reid, Christian og Hjalti.
Hóast tað ikki sást upp á kroppin hjá fýra av teimum fimm, at teir fyri eini viku síðani vóru í einum ferðsluóhappið, sum kundi havt verið avbera álvarsamt, so merkist tað á teimum. Teir eru nakað rastleysir, og eyguni flakka, meðan teir greiða frá.
Tá samrøðan er liðug, kemur Erla við kaffi, te og kakum. Hon og mamma John Reid eru báðar í stovuni, og prátið gongur framvegis um óhappið, og hvussu heppin tey vóru.
Jóan Petur greiðir frá, at hetta var fyrstu ferð, at hann var í undirsjóvartunlinum. So hann fer altíð minnast til tað.
? Ja, og hann slapp so frítt báðar vegir, sigur John Reid skemtandi, og láturin kemur varisliga fram. Teir eru greiðir yvir álvarsemi í hesum, men kortini hava teir unga og glaða lagið í sær enn. Og teir hava eisini alla orsøk til at vera glaðir. Teir hava jú fingið ein møguleika afturat.