hevur nógv verið at gjørt hjá Faroe Farming í Vági, men virksemið hjá felagnum steðgar mest sum upp um nakrar vikur. ? Vit hava umleið 1000 tons av laksi eftir at taka, og vit rokna við, at tað verður liðugt [...] Seinastu vikurnar hava vit havt nógv at gera, og øll fólkini hava verið mest sum fulla tíð til arbeiðis, men vit vita eisini, at tá laksurin á Hovsfirði er liðugur at taka, so er einki arbeiðið til teirra [...] um teir vilja verða við, sigur Erhard Joensen. Hann vónar tó, at Faroe Farming kann fara undir at seta fisk útaftur í hesum árinum, og at gongd síðani kann koma á alivirksemið aftur.
barnagarðurin, sum Sands kommuna hevur samtykt at byggja, kemur at liggja í nýggju útstykkingini Uppi á Ryggi - ella um barnagarðurin kemur at liggja upp at hesi útstykking. - Vit arbeiða eisini við einari [...] ætla vit, at pláss skal verða fyri níggju grundstykkjum. Heri Sverrasson sigur, at umleið 40 fólk í løtuni standa á bíðilista til grundstykki á Sandi. - Tað kann vera trupult at siga, hvussu nógvar av [...] í Sands kommunu. Borgarstjórin vísir á, at í nýggju útstykkingini, sum verður Uppi á Ryggi, verða 34 nýggj grundstykki og ætlanin, sum fyriliggur, snýr seg um, at stykkini skulu gerast byggiklár, áðrenn
leikarararnir eru, og hvussu nærverandi tey eru frammanfyri upptøkutólinum. Síðani skal norski leikstjórin síggja upptøkurnar og byrja at velja út, sigur Eyð Matras, sum er sera væl nøgd við, at so nógv hava bjóðað [...] til leiklutir í norska filminum »Buzz Aldrin«, sum skal takast upp í Føroyum í summar Tey hava úr at gera í hølunum hjá Klippfisk, har fyrsta royndarfilmingin til norska filmin Buzz Aldrin gongur fyri
íslendingar bóru orð fyri at vera óvanliga heimkærir, men tað er líkt til, at kreppan hevur sogið eitt sindur av hesum eyðkenninum úr teimum. Í hvussu er vísir ein kanning, at teir seinastu mánaðirnar hava [...] hugsanina um at flyta. Tað eru serliga fólk í Reykjavík og har á leiðini, sum hava umhugsað at flyta uttanlands, og kanningin vísir eisini, at tað eru serliga menninir, sum hava havt hug at flyta. Eitt [...] hava knappliga 40 prosent av teimum spurdu hugsað um at flyta av landinum at búseta seg. Tveir triðingar av teimum, sum hava hugsað um at fara av landinum, siga tey trongu búskaparviðurskiftini vera orsøkina
evni, tí vit meta, at í føroyskum fótbólti og júst í hesum aldursbólkunum hava vit nógv at heinta. – Okkara fatan er, at venjararnir í feløgunum taka boðskapin til sín, og gleðiligt er, at til temakvøldini [...] Víkingi vístu, hvussu venjast kann innan nevndu evni. – Hetta var eitt positivt og væl avgreitt venjarakvøld, har yvir 40 venjarar fingu íblástur til gerandisdagin. Í ár hava vit valt at seta fokus á hesi [...] innan orientering í fótbólti. Síðani greiddi Christoffer Karne, U14 venjari hjá FC Nordsjælland frá, hvussu tey venja 1-móti-1 støðum í FCN. Talan var um tveir sera góðar og beinraknar fyrilestrar, ið vórðu
Latínamerika, og tað skuldi vísa seg, at hendan ferðin fekk stóra ávirkan á hansara politisku sannføring. Á ferðini sá hann, hvussu fátækir bøndur vórðu illa viðfarnir, hvussu arbeiðsmenn vórðu háðaðir, og hann [...] ur Che var. Tá Castro eina ferð ætlaðii at bjarga einum fyrrverandi njósnara undan avrætting, fekk hann stuut at vita, at njósnarin var longu tikin av døgum. Argentinski søgumaðurin og rithøvundurin Patrick [...] ikki í Bolivia fekk Che stuðul frá teimum, sum skuldu eitast at vera hansara felagar. Boliviski kommunistaflokkurin PCB valdi at svíkja hann og at fara í part við myndugleikunum.Fyrrverandi PCB-formaðurin
sæð fram til. Vit stóðu uttanfyri virkið og hugdu at, hvussu leikur fór. Menn vóru komnir av Eiði og suður higar at leggja fólki í bygdini lag á, hvussu skerast og arbeiðast skuldi. Um hetta mundið vóru [...] vóna, at nógv av teimum, sum upp ígjøgnum árini hava arbeitt á fiskavirkinum, koma innaftur á gólvið at vitja, nú føðingardagur er. - Vit fara at bjóða lagkaku, kringlu, kaffi og te, og vit vóna at síggja [...] endurtekur hon. Avmarkað tal Fríðhild sigur, at í byrjanini var tað soleiðis, at bert ein úr hvørjum húsi í bygdini slapp at arbeiða á virkinum, og hetta varð gjørt fyri, at inntøkurnar av hesum arbeiði skuldu
Elin vísti á, hvussu badminton við miðvísum arbeiði megnar at varpa ljós á ítróttin og at eggja teim ungu til at venja og kappast. ÍSF forsetin nevndi eisini, at BSF hevði gingið undan við at skipa fyri átakinum [...] als ikki er nøktandi, tí sleppa øll ikki at venja, sum annars ynskja tað. At ongir oyggjarleikir verða fyriskipaðir fyrr enn í 2023 setur enn størri krøv til BSF at skipað fyri luttøku í øðrum altjóða kappingum [...] Badmintonsamband Føroya hátíðarhelt á almennari samkomu í Badmintonhøllini í Havn, at tað í morgin 14. mars 2021 eru 40 ár síðani, at BSF bleiv góðkent sum sersamband. Søgan hjá badminton í Føroyum røkkur nógv
spurningin er ja. Men luttøkan boðar frá, at tað kring landið gongst striltið at skava fólk saman soleiðis, at kappróðrarsnekkjurnar fram um allar aðrar kunnu flotast. At 10-mannaførini frá flaggdegnum av síggjast [...] Róðrarsambandinum, men hini munnu fara at vera ódrúgv, og harvið ber til at staðfesta, at eitt nú Havnarbáturin, Vestmenningur og Nólsoyingur, sum so ofta hava verið við til at seta dám á, og sum altíð hava átt [...] tóktist tað sum um, at Eysturoyingur skuldi vinna. Men so var tað sum um, at tað kom eldur í heimafólkið, og tá ið tað brast, var spurningurin, hvussu stórur munurin var. Svarið varð, at har var eingin munur
Hans Eiler Hammer sigur, at tá tað varð avgjørt, hvussu dagurin skuldi haldast, tá tosaðu tey um at bjóða bispi, prósti og øðrum hendavegin. Men tað er tíverri so óheppið, at vígslan og innsetanin av prestinum [...] kirkjuni henda dagin. Hans Eiler sigur, at teir hava gjørt av, at søga kirkjunnar skal verða í miðdeplinum henda dagin, og sálmarnir eru eisini valdir út, soleiðis at teir passa til dagin. Aftaná gudstænastuna [...] verður ein hátíðarløta í kirkjukjallaranum. Júst hvat fer at verða á skránni har, veit Hans Eiler Hammer ikki at siga við vissu, men kirkja býður øllum at vera hjartaliga vælkomnum í kjallaran til ein kaffimunn