40 prosent hava hugsað um at flyta úr Íslandi

Teir seinastu mánaðirnar hava fýra av hvørjum 10 íslendingum hugsað um at búseta seg uttanlands

Tað var tann tíð, tá íslendingar bóru orð fyri at vera óvanliga heimkærir, men tað er líkt til, at kreppan hevur sogið eitt sindur av hesum eyðkenninum úr teimum. Í hvussu er vísir ein kanning, at teir seinastu mánaðirnar hava knappliga 40 prosent av teimum spurdu hugsað um at flyta av landinum at búseta seg.
Tveir triðingar av teimum, sum hava hugsað um at fara av landinum, siga tey trongu búskaparviðurskiftini vera orsøkina, og tann seinasti triðingurin sigur seg hava havt onkra aðra orsøk til hugsanina um at flyta.
Tað eru serliga fólk í Reykjavík og har á leiðini, sum hava umhugsað at flyta uttanlands, og kanningin vísir eisini, at tað eru serliga menninir, sum hava havt hug at flyta.
Eitt annað áhugavert við kanningini er, at tað eru serliga veljarar hjá teimum borgarligu flokkunum, Sjálkfstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum, sum hava hugsað um at búseta seg í øðrum landi. Tað hava munandi færri veljarar hjá Vinstri Grønu og Samfylkingini hugsað um.