Út við 40 føroyingar lata seg í løtuni royndarfilma til leiklutir í norska filminum »Buzz Aldrin«, sum skal takast upp í Føroyum í summar
Tey hava úr at gera í hølunum hjá Klippfisk, har fyrsta royndarfilmingin til norska filmin Buzz Aldrin gongur fyri seg í løtuni.
Út við 40 føroyingar í aldrinum 7 til 45 ár hava nevniliga bjóðað seg fram til onkran av teimum fimm leiklutunum í filminum, sum skulu mannast av føroyingum.
Tað er Eyð Matras, sjónleikari og hjálparfólk hjá norska leikstjóranum, sum stendur fyri hesi fyrstu royndarfilmingini í Føroyum.
- Í fyrsta umfari hyggi eg eftir, hvørjar typur leikarararnir eru, og hvussu nærverandi tey eru frammanfyri upptøkutólinum. Síðani skal norski leikstjórin síggja upptøkurnar og byrja at velja út, sigur Eyð Matras, sum er sera væl nøgd við, at so nógv hava bjóðað seg fram.
- Her eru bæði royndir sjónleikarar og onnur, sum als ongar royndir hava. Og hvør veit - kanska vit hava funnið eitt púra óvæntað natúrtalent, áðrenn dagurin er av, sigur Eyð Matras og skundar sær inn aftur í upptøkurúmið.
Umframt tey 40, sum verða filmað í dag, hava eini 20 fólk teknað seg sum statistar í filminum.