meðan starturin hjá Sundabátinum ikki var góður. Smyril var tann fyrsti, sum bjóðaði Páll Fanga av, men tað var skjótt, at Sundabáturin fann stevið og smátt um smátt legði seg í kappingina um fremsta plássið
Javnstøðunevndin helt, at arbeiðsgevarin hevði prógvað, at uppsøgnin ikki var grunda á barnsburðin, men ónøgd við arbeiðsavrikið. Løgtingsins Umboðsmaður hevur gjøgnumgingið málið og viðgerðina hjá Javn
seinastu ferðirnar, og tær av Tvøroyri vórðu roknaðar at vera favorittar undan dagsins róðri á Miðvági. Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Erla Kongsdóttir var í gamla og eyðkenda lagnum, Erla Kongsdóttir legði
vísir á, at fólk, sum ikki taka av møguleikanum, nú tey fáa hann, fáa ein nýggjan møguleika seinni, men nær tað verður, veit hon ikki. - Tey, sum ikki lata seg koppseta, eru heldur ikki vard, og hetta kann
tær báðar bresta saman í dag. Katrin á Neystabø hevur vunnið bæði Várkappingina og MBM Open í ár, men móti stórspælandi Mari-Ann Robertson, sum býr í USA, og sum ikki hevur tikið lut í heimligu kappingunum
fríggjakvøldið lendu tær á Alexandur hinum Mikla flogvøllinum, og tá farið var av miðnátt, vóru tær, móðar men hugagóðar, innskrivaðar á hotellið, Alexander Palace, nakað miðskeiðis í býnum, skrivar Hondbóltssambandið
og ein rúgva av glaðum børnum. Hann heldur fyri, at tað er ikki bara veðrið sum avger stemningin, men eisini tey fólk, tú ert saman við. - Nú gleði eg meg at njóta restina av summarinum saman við konu
hevur ongantíð verið mítt fulla starv. Eg havi altíð gjørt tað við síðuna av meira vanligum arbeiði, men eg havi mangan ynskt mær at gjørt meira við tað kreativa og listarliga. Eg havi altíð hugsað, at eg
at um tað var ein viðspælari, so hevði hann fingið rós fyri uppleggið. Løtu seinni skoraði Belgia, men málið bleiv kolldømt. Í sama minutti fekk Russland eitt heldur ivasamt brotsspark, sum Artem Dzyuba
sovorðnum markbrótandi atburði í Føroyum, so mugu vit hava radaran, sigur hon í samrøðu við Sosialin. – Men radarin er har ikki í dag. Radarin er týdningarmikil, tí so fáa vit ta tøknina, sum skal til fyri at