Umboðsmaðurin átalar Javnstøðunevndina

Løgtingsins Umboðsmaður biður Javnstøðunevndina taka mál um uppsagdan frisørlærling til nýggja viðgerð

(Modellmynd)

Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um niðurstøðuna og málsviðgerðina hjá Javnstøðunevndini í einum máli, har frisørlærlingur, sum var við barn, varð uppsagdur í royndartíðini.

 

Uppsagdi lærlingurin kærdi uppsøgnina til Javnstøðunevndina. Klagarin og innkærdi arbeiðsgevarin vóru ósamdir um grundirnar fyri uppsøgnini, og einki var skrivað niður, hvørki frá samtalum um atburð klagarans ella frá samtaluni um uppsøgn.

 

Javnstøðunevndin helt, at arbeiðsgevarin hevði prógvað, at uppsøgnin ikki var grunda á barnsburðin, men ónøgd við arbeiðsavrikið.

 

Løgtingsins Umboðsmaður hevur gjøgnumgingið málið og viðgerðina hjá Javnstøðunevnini, og Umboðsmaðurin heldur, at stórir manglar eru í arbeiðnum hjá Javnstøðunevndini. Umboðsmaðurin heldur, at greiðar ásetingar eru ikki um, hvussu próvførsla skal fara fram hjá Javnstøðunevndini – eitt nú er ongin áseting, ið heimilar munnligari próvførslu undir vitnisábyrgd. Umboðsmaðurin heldur eisini, at tað er ikki greitt, hvussu Javnstøðunevndin eigur at handfara mál, sum kunnu tykjast ivasom at fremja einans við skrivligari próvførslu, og í hesum ítøkiliga máli var manglandi partshoyring.

 

– Ein fyrisitingarmyndugleiki hevur skyldu til at tryggja sær, at málið er nøktandi upplýst, áðrenn avgerð verður tikin. Út frá umstøðunum í hesum máli, helt umboðsmaðurin, at Javnstøðunevndin í viðgerðini av kærumálinum átti at havt viðgjørt, um málið yvirhøvur kundi upplýsast nøktandi á skriftligum grundarlagi, og um málið var egnað til skriftliga próvførslu ella skuldi verið avvíst, sigur Umboðsmaðurin

 

Samanumtikið helt Umboðsmaðurin, at tað vóru so mikið grundleggjandi manglar í málsviðgerðini hjá Javnstøðunevndini, at hann gav Javnstøðunevndini eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á Javnstøðunevndina um at taka málið til nýggja viðgerð.

 

 Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann helt tørv vera á at áseta nærri reglur um málsviðgerðina hjá Javnstøðunevndini. Hann fór tí at senda landsstýriskvinnuni í javnstøðumálum skriv um hetta.

 

 

 

(Modellmynd)