Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021?
- Ætlanin er at fara til Keypmannahavnar saman við familjuni í nakrar dagar. Annars fara vit at njóta restina av feriuni heima í Føroyum, her vit ætla okkum at ferðast kring um landið.
Tað sigur Hákun Djurhuus.
Ferðast tú eisini í egnum landi?
- Ja, seyðurin krevur sítt. Vit hava summarhús og seyð á útoyggj, og tað skal røkjast. Vit fara eisini at njóta nakrar dagar í Leynum, har vit hava eini deilig hús. Ætlanin er eisini at fara ein túr til Suðuroyar.
Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum?
- Ja, so leingi, sum koppsetingin ikki er fullførd, fer korona at merkja frítíðarmøguleikarnar.
Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag?
- Higartil hevur tað verið kaldari enn vanligt, og tí er minni komið í lag. Tó hava vit notið nakrar góðar løtur á terassuni í Leynum og heima í Havn. Vit hava havt heilt góðar løtur í Hoyvík, har vit plaga at svimja, og saman við systir míni og familjuni hava vit eisini verið ein góðan túr úti á Lónni.
Hákun Djurhuus vísir á, at tá hann var í summarveitslu saman dóttrini í Lítlaskúla, kom hann rættiliga í summarhýri.
- Har er ein heilt serligur stemningur, kórsangur, tónleikur, sjónleikur og ein rúgva av glaðum børnum.
Hann heldur fyri, at tað er ikki bara veðrið sum avger stemningin, men eisini tey fólk, tú ert saman við.
- Nú gleði eg meg at njóta restina av summarinum saman við konu míni og restini av familjuni, og eg ynski okkum øllum eitt gott summar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.