Helena fór av fraktskipi á listaskúla

– Eg hevði brúk fyri einum skumpi, sigur 56 ára gamla Helena Dam

Fyri tveimum árum síðani valdi Helena Dam at fara av fraktskipi í altjóða sigling og á listaháskúla í Svøríki. Kreativi hugurin hevði togað í hana mesta av lívinum, og nú gjørdi hon umsíðir álvara av at gera meira við tekning og máling.

 

– Eg havi altíð arbeitt nógv og tosa um, at eg kundi hugsað mær at gjørt okkurt meira kreativt. Maðurin skundaði undir meg at søkja inn á listaskúla, og so gjørdi eg álvara av tí. Eg hevði brúk fyri einum skumpi, sigur Helena Dam við Sosialin.

 

Seinastu tvey árini hevur hon gingið á skúlanum, sum gongur undir navninum SARA.

 

Helena Dam hevur tað mesta av lívinum havt hug til kreativt arbeiði av ymiskum slagi. Hon hevur fingist nógv við myndatøku, hon hevur málað nakað, hon hevur havt grafiskt arbeiði, og hon hevur eisini tikið ymisk kvøldskúlaskeið – eitt nú í tekning, smíði og leiri.

 

– Tað kreativa hevur ongantíð verið mítt fulla starv. Eg havi altíð gjørt tað við síðuna av meira vanligum arbeiði, men eg havi mangan ynskt mær at gjørt meira við tað kreativa og listarliga. Eg havi altíð hugsað, at eg skal hava trygga inntøku hvønn mánað, og tíðin hevur ikki ordiliga verið til nakað annað – fyrr enn nú, sigur Helena Dam.

 

Hon var 54 ár, tá ið hon gjørdi álvara av at fara á listaskúla, eftir at hon í eina tíð hevði siglt við fraktskipi hjá DFDS. Umsíðir tók hon lopið, og hesi trý árini brúkar hon so í øllum førum mest mestu orkuna til at tekna og mála.

 

Longri samrøða við Helenu Dam kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.