Sundabáturin er meistari

6-mannafør menn: Páll Fangi, sum kiksaði heilt fyri einari viku síðani, vann kappingina um næstfyrsta plássið

Sundabáturin fer á ólavsøku sum FM vinnari í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Tað varð staðfest í dag, tá ið Sundabáturin í flottum endaspurti fór um málið hálvaaðru bátslongd undan næsta avbjóðaranum.

 

Sundabáturin hevur 41 stig, og teir næstu í røðini eru Páll Fangi og Smyril, sum báðir hava 31 stig.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at Sundabáturn vinnur FM síðani 2017. Sundabáturin hevur eisini vunnið FM í 2004, 2007 og 2008.

 

Páll Fangi var fremstur í startinum, meðan starturin hjá Sundabátinum ikki var góður. Smyril var tann fyrsti, sum bjóðaði Páll Fanga av, men tað var skjótt, at Sundabáturin fann stevið og smátt um smátt legði seg í kappingina um fremsta plássið. Tað plássið vann hann, tá ið teinurin var gott og væl hálvrógvin, og á málinum vann nýggi FM vinnarin greitt fremstur.

 

Páll Fangi vann kappingina um næstfremsta plássið. Tað mundi vera góð kensla hjá ungu klaksvíkingunum, sum í Miðvági endaðu heilt aftarlaga. Tað komst av, at tveir av rógvarunum og róðurskvinnan lógu við koronu, og óvandir avloysarar vóru umborð.

 

1Sundabáturin05:23.33700
2Páll Fangi05:26.40600
3Smyril05:30.03510
4Víkingur05:32.13400
5Fortuna05:32.23300
6Strálan05:32.24210
7Hósvikingur05:32.44100
8Hvessingur05:35.36000
9Gongurólvur05:38.25000
10Glyvrabáturin05:58.41010

 

FM støðan

 

1 Sundabáturin   41

 

2 Páll Fangi         31

 

2 Smyril                31