høvdu sera nógva ferð, og ein varð tikin fyri at koyra 107 km/t. Bilførarin fær klipp í koyrikortið. Verri gekk hjá einum øðrum bilførara. Hann varð mátaður at koyra 112 km/t, og hann fær eina treytaða frádøming [...] koyrikortið á staðnum. Viðkomandi mátti sostatt fáa onkran annan at koyra seg víðari, upplýsti vakthavandi á løgreglustøðini. Markið fyri at missa koyrikortið á staðnum er annars um ein 131 km/t ella meira [...] Løgreglan gjørdi ferðamátingar umframt at kanna, hvørjum standi bilarnir vóru í. Í tveimum førum vóru lyktirnar á bilunum ikki í lagi, og frágreiðing varð skrivað um tað. Nakrir av bilunum, ið koyrdu á
varð hildin týsdagin 16. juni. Rakul í Gerðinum, forkvinna stóð fyri vali. Av tí, at einki mótvalevni var, tá freistin at stilla upp var úti, varð hon afturvald uttan atkvøkugreiðslu í eitt trý-ára valskeið [...] Una Staksá Willumsen. Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Bingerð og Louisa vóru afturvaldar. Setanarskeiðið hjá nevndarlimum er tvey ár. At enda var val av tiltakslimi. Ein tiltakslimur skuldi veljast [...] Eisini varð atkvøtt um viðtøkubroyting. Uppskot kom frá nevndini um nýggja grein í viðtøkunum um, at broytingar í fráboðanafreist og –formi ikki kunnu gerast uttan um aðalfundin. Uppskotið varð einmalt
seg til, fyri at eftirskúlin skuldi blíva til nakað, men eftirspurningurin hevur verið sera stórur. 30 umsóknir 20/21 – Vit gleða okkum øgilgia nógv til skúlabyrjan. Vit høvdu hopað, at tað kundu verið [...] verið 20 næmingar, so vit eru glað fyri, at tað eru 30 umsóknir, sigur Erika Niclasen, skúlastjóri, við FM1. – Tað er enn pláss at søkja, leggur hon aftrat. Eftirskúlin er eitt tilboð til 10. floksnæmingar [...] Undirvísingin er skipað í breytum, vallærugreinum og áhugagreinum. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Eydis Niclasen greiða frá nýggja eftirskúlanum í tíðindasendingini hjá FM1.
privatpersónur er ikki neyðugt at fáa loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu til at gera kompostskipan til húsarhaldið, men treytirnar skulu kortini haldast. Treytirnar eru, at matleivdir skulu vera komposteraðar [...] brúkast á landbúnaðarjørð. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir eisini til, at tú setir teg í samband við kommununa, áðrenn tú fert undir at gera kompost, tí treytirnar frá kommununi kunnu vera harðari.
nevnast. Við nýggja eigaranum fer klædnahandilin at halda fram, júst sum vi t øll kenna hann, verður sagt. – Tað er við størstu virðing og stoltleika, at eg nú yvirtaki klædnahandilin hjá Hans Joensen. [...] Hans Joensen, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at klædnahandilin fer at halda fram sum áður. [...] Talan er um sera vælkendan klædnahandil, sum er kendur fyri at nøkta einhvønn tørv hjá viðskiftafólkunum; eisini tá tað snýr seg um starvsfólkaklæðir. Soleiðis verður eisini framyvir, sigur Bergur Ryggstein
trolaranum vórðu gjørdar, eftir at tað í gjár varð staðfest, at ein sjómaður umborð var smittaður. Tá ið russisk skip leggja at við bryggju í Føroyum, so eru greiðar ásetingar um, at manningin ikki hevur loyvið [...] loyvið út um eitt avmarkað økið við skipið. Russiski trolarin AK-0749 Karelia hevur í dag avgjørt at loysa frá bryggju, og liggur í løtuni og bunkrar á Fuglafirði, áðrenn hann fer til fiskiskap. Tilsamans
vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna hvørki svaraði einari klagu um eitt byggimál ella áminningarskrivum um tað sama. Ikki fyrr enn klagarin boðaði Tórshavnar kommunu frá, at hann ætlaði at klaga til Løgtingsins [...] eisini vera sera átaluvert, at Tórshavnar kommuna sum eftirlitsmyndugleiki í kommunalum byggimálum, ikki fór undir veruliga viðgerð av klagumálinum fyrr enn yvir 2 ár aftaná at kommunan á fyrsta sinni hevði
sigurin fór at verða. Drekin Reyði og Havnarbáturin kappaðust um at sleppa undan at vera aftastur. Ta kappingina vann Drekin Reyði. Hóast tað eingin kapping var um at vinna, so megnaði Ormurin Langi at kappast
nógv fólk í býnum í gjárkvøldið, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Nakað fyri midnátt komu boð úr einum skeinkistaði í Havn, at tað flættaðist ikki við ein mann, sum gekk har, og tá [...] løgreglan fekk bara boð um ein vindskaða. Tað var takið á einum hjalli í Kvívík, sum stóð til at fara. Løgreglan sigur, at sløkkiliðið fekk boðini, so tey tóku sær av tí. [...] kólnaður aftur mitt í nátt, varð hann leyslatin aftur, men við sær hevði hann eina skuldseting fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og tað fær hann nakrar hundraðkrónuseðlar í bót fyri. Annars var rættiliga
fyri nólsoyingar. Nógv fólk var komið saman at hoyra um tey bæði málini, sum vóru á skrá: bakkaverjan og nýggjur fótbóltsvøllur. Kommunan fer í stundini at hyggja og viðgera viðmerkingarnar og uppskotini [...] sáttmálin um vetrarfriðing undirskrivaður, og hetta merkir, at Nólsoyar bygd verður endaliga vetrarfriðað seinni í ár. Hetta fekk lógvabrestirnir at runga. [...] storminum 29. februar, og nú skal ein nýggj varandi loysn finnast. Spurningurin er, um arbeiðast skal við at gera verju, ella um man skal gera eina opna slúsu. Møguleikarnir verða kannaðir. Fótbóltsvøllurin er