Treytir eru til kompostering

Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á treytir í sambandi við kompostering

Skalt tú framleiða sankutøð, sum er tað, ið vanliga verður kallað fyri kompostur, skalt tú minnast til og halda teg til tær leiðreglur, ið tín kommuna hevur ásett.

Harumframt eru eisini serligar treytir, ið skulu haldast, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum hevur lagt út kunning um framleiðslu av komposti.

Sum privatpersónur er ikki neyðugt at fáa loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu til at gera kompostskipan til húsarhaldið, men treytirnar skulu kortini haldast.

Treytirnar eru, at matleivdir skulu vera komposteraðar, áðrenn tær verða brúktar. Komposturin skal bert brúkast, har hann er framleiddur, og má ikki flytast til onnur støð. Kompostur skal ikki brúkast, har samband er við húsdjór, og hann skal heldur ikki brúkast á landbúnaðarjørð.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir eisini til, at tú setir teg í samband við kommununa, áðrenn tú fert undir at gera kompost, tí treytirnar frá kommununi kunnu vera harðari.