Ormurin Langi er føroyameistari

10-mannafør: Sigurin hjá bátinum hjá Róðrarfelagnum Knørri var í dag so sera sannførandi

Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri er føroyameistari í kappingini millum 10-mannaførini.

Ormurin Langi hevur vunnið allar seks róðrarnar og hevur 42 stig. Honum næstur er Havnarbáturin við 34 stigum.

Tað var als ongantíð spenningur um úrslitið á vestanstevnu. Ormurin Langi sprakk avstað, í eini handavend var hann eina hálva bátslongd undan hinum báðum bátunum, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.

Drekin Reyði og Havnarbáturin kappaðust um at sleppa undan at vera aftastur. Ta kappingina vann Drekin Reyði.

Hóast tað eingin kapping var um at vinna, so megnaði Ormurin Langi at kappast við seg sjálvan. Tað sást, tá ið hann kom skúmandi fram ímóti málinum.

 

1Ormurin Langi - RK04:23.09
2Drekin Reyði04:32.37
3Havnarbáturin04:34.24
1Ormurin Langi42
2Havnarbáturin34
3Drekin Reyði17