Nógvir ungir føroyingar vilja sleppa á eftirskúla í Skálavík aftaná summarferiuna. Minst 16 skuldu melda seg til, fyri at eftirskúlin skuldi blíva til nakað, men eftirspurningurin hevur verið sera stórur. 30 umsóknir 20/21
– Vit gleða okkum øgilgia nógv til skúlabyrjan. Vit høvdu hopað, at tað kundu verið 20 næmingar, so vit eru glað fyri, at tað eru 30 umsóknir, sigur Erika Niclasen, skúlastjóri, við FM1.
– Tað er enn pláss at søkja, leggur hon aftrat.
Eftirskúlin er eitt tilboð til 10. floksnæmingar, sum ynskja eitt øðrvísi ár enn tað, mann er vanur við frá vanliga føroyska fólkaskúlanum.
Brúgvin er kristin eftirskúli, ið møtir einstaka næminginum, har hann er. Undirvísingin er skipað í breytum, vallærugreinum og áhugagreinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Eydis Niclasen greiða frá nýggja eftirskúlanum í tíðindasendingini hjá FM1.