Nógv fólk men stak friðarligt

Tað hevur verið stak friðarligt um alt landið í nátt.

Annars hevur nógv fólk verið í býnum, tí tónleikastevna er í Sørvági og mentanarstevna er bæði í Havn og í Sumba.

Men løgreglan sigur, at hóast tað var lívligt í býnum, hevur tað ikki volt teimum nakrar serliga kvalir, uttan tey vanligu smátingini, full fólk elva til.

Onkur hevði leigað sær ein hýruvogn, men sovnaði á vegnum fram á mál og tá ið hýruvognsførarin ikki hættaði sær at vekja, varð ringt eftir løgregluni, men tað endaði í øllum góðum.

Í Suðuroy varð ein maður illur inn á ein bil og fór at steina eftir honum. Úrslitið varð ein brotin rútur og smábuglur, men løgreglan veit, hvør steinaði og tað gongur so sína gongd.

Løgreglan hevur eisini gjørt fleiri ferðmátingar seinastu dagarnar og avleiðingin av tí er, at nógv hava fingið klipp í koyrikortið.