Síðani 2009 hevur Rás2 sagt frá U21 landsliðsfótbólti, ið hvussu er altíð, tá talan hevur verið um heimadystirnar í Gundadali, á Svangaskarði og á Tórsvølli. Í kvøld verður heldur einki undantak. Hilmar [...] Hilmar Jan Hansen fer at siga frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Finnland, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 18 í kvøld. Heðin Askham, fyrrverandi venjari hjá U21 landsliðnum verður viðmerkjari
Tað hevur ikki gingið nakað serliga væl hjá føroyska U21-landsliðnum í hesi undankappingini. Undan dystinum ímóti Finnlandi í kvøld er úrtøkan 0 stig og bert eitt mál skorað eftir seks dystir. Ein av orsøkunum [...] orsøkunum til laku stigaúrtøkuna, ið nógv hava peikað á er, at føroyska U21-landsliðið er rættiliga ungt í mun til undanfarin landslið. Og um hugt verður eftir aldursbýtinum á tí føroyska hópinum, ið er [...] teir, ið eru føddir í 1996, 1997 og 1998. Árgangur 1996 er greitt tann best umboðaði í hópinum - sjey U21-landsliðsleikarar eru føddir í 1996. Síðani eru fýra leikarar úr árgangi 1997, meðan tríggir teir síðstu
Tað er klokkan 18 í kvøld, at føroyska U21-landsliðið skal spæla sín sjeynda dyst í hesasi EM-undankappingini. Higartil hevur tað ikki gingið nakað serligt, tí at eftir seks dystir hava Føroyar tapt allar [...] týskararnir vunnu 4-1. Gestur Bogason Dam skoraði einsamalla, føroyska málið. Annar av venjarunum hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze, ásannar, at tað er ikki nakað at reypa av, at Føroyar bert hava skorað eitt
Tá føroyska U21 landsliðið møtti Finnlandi 8. september í fjør á leikvøllinum í Vantaa uttanfyri Helsinki var standurin ikki góður í fyrra hálvleiki. Finnland var á odda 3-0 við trimum málum, sum finnar [...] r á føroyska liðnum. Føroyski U21 landsliðsvenjarin vónar av hjarta, at nógv fara at leita sær á Tórsvøll í góðveðrinum, sum er fráboðað, og fara at gera sítt at bera U21 landsliðið fram til ein sigur [...] reint, og finnar fingu einki mál aftrat í seinna hálvleiki. Í annaðkvøld klokkan 18 tekur føroyska U21 landsliðið ímóti Finnlandi á Tórsvølli í EM-undankappingardysti, har FSF hevur boðað frá, at tað er
nógv uppá eitt kappingarár, sum U21 landsliðsframherjin, havnarmaðurin, Jákup Thomsen. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jákup Thomsen fortelja um upplivingarnar at gerast U19 danmarksmeistari við FC M [...] Thomsen liðfelagi við finska U21 landsliðsspælaran, Daniel O'Shaughnessy, sum væntandi verður við til at manna finsku verjuna, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Finnlandi spæla U21 EM-undankappingardyst á Tórsvølli [...] Thomsen er eitt gott úrslit ímóti Finnlandi ein eittmálssigur til Føroyar. Tað er ókeypis atgongd til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli, og boðað verður frá góðum veðri.
hinum U21 landsliðsspælarunum til U21 EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, sum byrjar klokkan 18 hóskvøldið, og verða við til at bera U21 landsliðið fram til sigur. Tað er ókeypis atgongd til U21 EM- [...] TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við KÍ-áleyparan og U21 landsliðsspælaran, Jóannes Bjartalíð, sum man verða tað heitasta navnið í effodeildini nú. Jóannes
ímillum teir eldru og teir yngru. Hendan dystin vunnu teir eldru 1-0. Annar av venjarunum á føroyska U21-landsliðnum, Eli Hentze, heldur, at menn eru við at vera klárir nú. - Hendan síðsta venjingin vísir [...] í dag verða vit greiðir yvir, hvørjir teir 11 verða, sigur landsliðsvenjarin víðari. Liðskiparin á U21-landsliðnum, Andrias Eriksen, fekk ein snudd og fór tíðliga úr venjingini. Eftir lokna venjing hevði [...] at hava nógv upp á seg. Tískil skuldi ongin vandi verið fyri, at ein av týdningarmestu leikarunum á U21-landsliðnum ikki tekur lut í dystinum í morgin. Hóast Eli Hentze sigur, at ivi er um tvey pláss til
Um tveir dagar spælir føroyska U-21 landsliðið á heimavølli móti Finnlandi. Hetta er onnur ferðin í hesari undankappingini at føroyska liðið møtir finska U-21 landsliðnum, tí seint í fjør spældu liðini [...] at hoyra Trónd Arge gera samrøður við føroyska U-21 landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen, áleyparan Jákup Thomsen úr FC Midtjylland og liðskiparan á U-21 landsliðnum, Andrias Høgnason Eriksen úr B36.
gingið væl. Tó var tað ein smeitur í gjár, at Hørður Askham mátti melda avboð til U-21 landsdystin. Og aftur í dag, hava U-21 venjararnir fingið avboð til dystin um tveir dagar. Hesa ferðina er talan um HB [...] Um tveir dagar skal føroyska U-21 landsliðið fyri fyrstu ferð í ár í eldin á heimavølli. Teir fáa vitjan av Finnlandi, sum teir møttu fyri eitt sindur minni enn einum ári síðani í einum dysti sum Føroyar [...] Føroyar taptu 3-0. Hetta er tó ikki fyrsti dysturin hjá U-21 landsliðnum í ár, tí fyrr í ár hava teir spælt á útivølli móti bæði Týsklandi og Eysturríki. Úr føroysku leguni verður sagt, at fyrireikingarnar
Føroyska U21-landsliðið hevur EM-undankappingardyst fyri framman hóskvøldið, tá ið Finnland kemur á vitjan á Tórsvølli. Tað eru úttiknir 20 leikarar til dystin, og í dag er ein broyting framd í hópinum