Ivast í tveimum plássum

Føroyska U21-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Finnlandi í morgin.

Tað nærkast til EM-undankappingarydystin ímillum Føroyar og Finnland, sum verður spældur klokkan 18 á Tórsvølli í morgin. Fyrr í dag hevði føroyska liðið sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum. Í venjingini blivu millum annað deyðbóltsstøður vandar, og sum siðvenja er hjá mangum fótbóltsliði, so endaði venjingin við dysti ímillum teir eldru og teir yngru. Hendan dystin vunnu teir eldru 1-0.

 

Annar av venjarunum á føroyska U21-landsliðnum, Eli Hentze, heldur, at menn eru við at vera klárir nú.

 

- Hendan síðsta venjingin vísir greitt, at menn eru klárir til dystin í morgin. Vit eru har, sum vit skulu vera, segði Eli Hentze í samrøðu við in.fo eftir lokna venjing.

 

Tað er tó ikki endaliga greitt, hvørjir teir 11 verða, ið byrja inni á føroyska liðnum í morgin.

 

- Endalig avgerð er ikki tikin enn. Vit ivast í tveimum plássum, men seinni í dag verða vit greiðir yvir, hvørjir teir 11 verða, sigur landsliðsvenjarin víðari.

 

Liðskiparin á U21-landsliðnum, Andrias Eriksen, fekk ein snudd og fór tíðliga úr venjingini. Eftir lokna venjing hevði landsliðsliðskiparin ísposa um høgra fót, men Eli Hentze er sannførdur um, at liðskiparin verður dystarklárur.

 

- Hann fekk ein lítlan snudd, men eg ivist ikki í, at hann verður klárur, sigur Eli Hentze.

 

Tá ið Andrias Eriksen sjálvur bleiv spurdur um skaðan, tóktist skaðin ikki at hava nógv upp á seg. Tískil skuldi ongin vandi verið fyri, at ein av týdningarmestu leikarunum á U21-landsliðnum ikki tekur lut í dystinum í morgin.

 

Hóast Eli Hentze sigur, at ivi er um tvey pláss til dystin í morgin, so vóru greiðar ábendingar í venjingini um, hvørjir teir 11 útvaldu verða. Út frá venjingini í dag metir in.fo, at hesir 11 byrja inni hjá Føroyum í morgin:

 

Elias Rasmussen

 

Leivur Joensen - Andrias Eriksen - Teitur Olsen - Gestur Bogason Dam

 

Jonas Gejel Hansen - Hákun Edmundsson

 

Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð - Teit Jacobsen

 

Jákup Thomsen.