Tá føroyska U21 landsliðið møtti Finnlandi 8. september í fjør á leikvøllinum í Vantaa uttanfyri Helsinki var standurin ikki góður í fyrra hálvleiki. Finnland var á odda 3-0 við trimum málum, sum finnar skutu uppá bara eitt korter. Í seinna hálvleiki tók føroyska liðið seg saman, og stríðsfýsnir megnaðu teir at halda málið reint, og finnar fingu einki mál aftrat í seinna hálvleiki.
Í annaðkvøld klokkan 18 tekur føroyska U21 landsliðið ímóti Finnlandi á Tórsvølli í EM-undankappingardysti, har FSF hevur boðað frá, at tað er ókeypis atgongd, og samstundis verður boðað frá góðum veðri.
Bill McLeod Jacobsen, sum venur U21 landsliðið saman við Eli Hentze er bjartskygdur um, at nú liggja stig og bíða føroyska liðnum. Bill McLeod Jacobsen hevur upplivað eina góða menning síðani dystirnir í fjør, og tepra 0-1 tapið ímóti Eysturríki seinast, og heiðurliga 1-4 tapið ímóti oddaliðnum Týsklandi hava boðað frá leikligari menning í mun til dystirnar í fjør heyst.
Bill McLeod Jacobsen metir finska liðið ikki at verða eitt líka sterkt lið, sum Týskland og Eysturríki, og tí er hann bjartskygdur til dystin í annaðkvøld, har hann kann bjóða føroysku áskoðarunum at síggja nógvar góðar effo-profilar á føroyska liðnum.
Føroyski U21 landsliðsvenjarin vónar av hjarta, at nógv fara at leita sær á Tórsvøll í góðveðrinum, sum er fráboðað, og fara at gera sítt at bera U21 landsliðið fram til ein sigur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen fyrr í dag.