Rás2 sigur frá U21 landsdystinum í kvøld

U21 EM undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland byrjar klokkan 18. Sendingin á Rás2 byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 17

Síðani 2009 hevur Rás2 sagt frá U21 landsliðsfótbólti, ið hvussu er altíð, tá talan hevur verið um heimadystirnar í Gundadali, á Svangaskarði og á Tórsvølli. Í kvøld verður heldur einki undantak.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Finnland, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 18 í kvøld. Heðin Askham, fyrrverandi venjari hjá U21 landsliðnum verður viðmerkjari. Rás2 fer at senda upptakt frá umleið klokkan 17.20, sum Neli Heldarskarð og Heri Simonsen skipa fyri. 

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Til ber eisini at fylgja dystinum á in.fo. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður frá dystinum kemur út á in.fo seinni í kvøld.