við Ericsson, sum skal veita nýggja felagnum ta neyðugu útgerðina. Talan er um útgerð innan fjarskifti og samskiftiskerv. Hetta er fyrstu ferð, síðan einkarrætturin varð avtikin í Føroyum, at Føroya Tele [...] jøvn, frá tí at kappingin veruliga byrjar, til prísurin er komin niður á eitt støði, har hann burdi verið, sigur Billy Hansen, stjóri í TeleF. Tað er fyrst og fremst á uttanlandstelefoni, at prísirnir væntandi [...] sigur Billy Hansen. Nú prísirnir væntandi fara at lækka er sjálvsagt upplagt at spyrja, um vanligi brúkarin hevur goldið ov nógv seinastu árini. - Tað er eingin ivi um, at prísirnir hava verið nógv ov høgir
dinum ella fíggjarlógini; ?harnæst er eitt skelkandi stórt hall á handils og gjaldsjavnanum. Hetta eru strukturel problem. Nakað sum er skeivt skrúva saman. Hetta er komið at eita "the twin deficits". [...] fram. Tær sterku síðurnar eru, ?at búskaparligi vøksturin er væl størri í USA enn í Europa og Japan. ?Hartil er arbeiðsloysið (í hvussu so er tað registreraða) lágt í mun til tað europeiska. Skattalættar [...] ið fór, vísti at dollarin enn er minkandi í virði mótvegis euro. Eygleiðarar eru at kalla allir samdir um, at hetta fer at halda fram í rúma tíð framyvir. Haraftrat er vandi fyri, at tað knappliga kann
brúsu og annað, sum er tengt at venjinunum ikki roknað við. - Størsti munurin í hesum er, at eg í fýra ár havi havt somikið góðar umstøður at venja. Eitt er, at hevði eg havt ein venjara her heima, so hevði [...] hvat tað er, at vera við í eini kapping. Ikki minst í tí mentala partinum. - Í lopið yvir hest, er tað somikið komprimerað, at tað bara er nakað, sum tú gert. Stendur tú hinvegin á gólvinum, so er talan um [...] sjálvandi kunna lært okkurt, men við umstøðunum her heima, so er fullkomuliga ómøguligt at koma upp á tað støðið, sum eg kann røkka í Danmark. - Sum er, kann eg venja tað, sum eg dugi, heima í Føroyum
køkuna, nú føroyski býtisparturin av makrelkvotuni er meira enn tvífaldaður í nýggju fimm ára avtaluni millum Føroyar, Noreg og ES. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, ger í aðrari grein her í blaðnum [...] blaðnum nevniliga greitt, at tað er hann, sum skal býta. Nýskipan Men løgmaður er yvir fiskimálaráðharranum og hansara støða er greið. – Vit skulu hava eina fiskivinnunýskipan klára í heyst, og endaliga [...] tilfeingisgjaldið er ásett við løgtingslóg, soleiðis at tað er alt tingið, sum skal taka støðu til tann spurningin, um broytingar skulu gerast. Uppboðssøla Meðan fiskimálaráðharrin er avgjørdur um, at
Torkil Mørkøre. Heini Lützen er tann gospelsangarin, sum savnar mest áhoyrarar í Føroyum. Hetta er ikki uttan grund, hann hevur eina sera góða rødd. Tá ið hann syngur á konsertum, er hann altíð væl fyrireikaður [...] Jonhard Hammer Hvat er Manila98? Regin Guttesen er ein av fyriskiparunum av hesum tiltaki. Hann sigur, at tað byrjaði við, at Siri og Angela, sum ganga á pedagogskúla tosaðu um at gera okkurt fyri gøtubørnini [...] dagar. Har fara tey at gera ymiskar uppgávur. Á Manila er tað soleiðis, at har ganga børnini úti um náttina og leita sær eftir onkrum at eta. Her fara føroyingarnir at koyra runt í bussum og geva hesum
men enn er tað nakað langt ímillum tær. Kortini havi eg varhuga av, at eisini á hesum økinum er okkurt við at henda her í Føroyum, sigur Gunvá. Sjónligari Nú Vasti flytur oman í Nólsoyarpálsgøtu, er tað tað [...] r ikki gera meir við at marknaðarføra seg sjálvar, er, at tað kann vera trupult at velja, hvat tú skalt leggja mest áherðslu á. - Sum er, er føroyski lýsingarmarknaðurin so lítil, at flestu lýsingarfyritøkur [...] verður størri, men tað er bara sunt fyri fyritøkurnar og betri fyri kundan. Hesi fýra árini, síðani Vasti byrjaði, hava lýsingarfyritøkurnar í Klaksvík havt nokk at gera, og í løtuni er tað onki, sum bendir
móti vertunum úr Nigeria eftir brotssparkskapping. Og eisini í EM-høpi bragdaði. Ikki minst í 1998, tá Kerr stýrdi bæði U16- og U18-liðnum til EM-gull ,og eru hetta einastu altjóða heitini, sum nakað írskt [...] so máta ikki verið mett sum tað heilt stóra fótbóltsliga. Og tí kann tað tykjast løgið, at nýggi føroyski landsliðsvenjarin als ikki hevur virkað sum venjari uttan fyri Írland, fyrr enn hann nú tekur við [...] landsliðsvenjari. Keypti sjálvur felagið Men so skal eisini leggjast afturat, at tá alt kemur til alt, so er Brian Kerr ein maður, sum veruliga hevur nøkur stór úrslit at vísa á sum venjari. Sum spælari rakk
kunnu vit skjótt gerast samd um, og hvat gera vit so? Ja, tað er ein góður og áhugaverdur spurningur. Skúlin, sum vit kenna hann í dag, er ikki góður nokk – tað vísur pisa kanningin okkum. Fólkaskúlin [...] skúlanum. Hetta samstarv er blivi betur ár fyri ár og verður leypandi tillaga okkara royndum og tørvi. Vit eru sera glað fyri samstarvi og síggja nýggjar møguleikar í framtíðini. Eitt nú er møguleiki fyri at [...] eru nógv og sera ymisk tilboð til tey 6 ára gomlu í dag. Og tað meti eg ikki er gott nokk. Vit hava alt frá barninum, ið er heima hjá mammu síni, barnagarðin við blandaðum aldursbólkum, teimum við ongum
reiðskapsfimleiki. Rytmiskur fimleikur er næstan ókendur, so har havi eg ein serligan fyrimun har. Felagið hjá Katrini er limur í newzealandska fimleikarasambandinum, og Katrin er formaður í rytmisku nevndini. [...] newzealandska samfelagið er í stóran mun gjøgnumprivatiserað. - Alt kostar í New Zealandi, sigur Katrin. Um eg skal til lækna, um eg skal koyra skrell vekk, líka mikið hvat tað er, so skal eg gjalda fyri [...] gingið. Griska svigarfamiljan Katrin Dal-Christiansen er gift griskum manni og hevur eina stóra griska svigarfamilju í New Zealandi. - Maður mín er kokkur og ger allan matin heima. Vit liva eitt vanligt
vit okkum ikki í, sigur Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur. Eisini her stuðlaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppundir: - Tað er eitt sera álvarsamt mál, tá stórveldi ES hóttir lítla landið Føroyar [...] samráðingarborðið. Nú brævið er farið út Tinganesi, veit eingin, hvat næsta stigið verður. Ei heldur, um ella nær ES fer at seta í verk tiltøk móti Føroyum. Stóri spurningurin er tí, um ein seming sambært [...] Jón Brian Hvidtfeldt - Ein mánaður er ein stutt og órímilig freist til at svara í einum slíkum álvarsomum máli sum hesum. Løgmaður hevði hug at binda um heilan fingur, tá hann skuldi greiða almenninginum