Klaksvík:
Eftir at hava rikið lýsingarfyritøkuna Vasti saman við Jastrid Gulaksen í fýra ár, hevur Gunvá við Keldu nú yvirtikið fyritøkuna og er samstundis flutt í nýumvæld høli í Nólsoyarpálsgøtu í Klaksvík.
- Vit báðar hava havt eitt fínt og sera inspirerandi samstarv, men vit vóru samdar um, at tíðin var komin, har vit høvdu hug at royna okkum hvør sær. Eg eri sannførd um, at tað framvegis liggja nógvir møguleikar í Vasti, og tí valdi eg at yvirtaka fyritøkuna. Eg má eisini viðganga, at tankin um at gerast stjóri í míni egnu fyritøku nokk altíð hevur verið ein gamal dreymur, sigur Gunvá.
Kappingin økist
Nú eigarnir av Vasti hava gjørt av at halda fram hvør sær, merkir tað eisini at kappingin millum lýsingarfyritøkur í Klaksvík økist.
- Jú, kappingin verður størri, men tað er bara sunt fyri fyritøkurnar og betri fyri kundan. Hesi fýra árini, síðani Vasti byrjaði, hava lýsingarfyritøkurnar í Klaksvík havt nokk at gera, og í løtuni er tað onki, sum bendir á, at marknaðurin minkar. Heldur tvørturímóti, sigur Gunvá
Hon vísir á, at hóast tað gongur nakað seint, so er ongin ivi um, at fyritøkur gerast alsamt meir tilvitaður um týdningin av skipaðari marknaðarføring og miðvísum lýsingarátøkum. Enn velja flestu smærri fyritøkur tó sum oftast at byrja í tí smáa við einari lýsing í senn, og arbeiða víðari harfrá. Tað kann eisini saktans geva eitt gott úrslit, og tað eru jú heldur ikki allar fyritøkur, sum hava tørv á einum størri lýsingarátaki, sigur Gunvá, sum kortini heldur, at smærri fyritøkurnar sum heild kundu havt gagn av at raðfest marknaðarføring hægri.
- Nýggja tøknin gevur lýsingarfyritøkum møguleika at bjóða kundanum alt á sama stað, tvs. alt frá smáum blaðlýsingum til uttandura skelti ella heimasíður. Og fakliga hava vit eisini førleikan at ráðgeva kundanum um, hvussu lýsingarátakið best kann skipast fyri at nøkta júst hansara tørv. Slíkar uppgávur eru sera avbjóðandi fyri okkum, men enn er tað nakað langt ímillum tær. Kortini havi eg varhuga av, at eisini á hesum økinum er okkurt við at henda her í Føroyum, sigur Gunvá.
Sjónligari
Nú Vasti flytur oman í Nólsoyarpálsgøtu, er tað tað ongin ivi um, at fyritøkan verður munandi sjónligari í býarmyndini.
- Fyrimunurin við teimum gomlu hølunum var sjálvandi, at har var so góður arbeiðsfriður. Sjálv saknaði eg nokk altíð eitt sindur hetta, at fólk bara støkka inn á gólvi og í heila tiki tann dynamikkin, sum eyðkennir eina gøtu í miðbýnum, sigur Gunvá og leggur afturat, at tað nokk enn eru nógv, sum als ikki vita, hvat Vasti er fyri nakað.
- Fyri nógv fólk er slíkt, sum ein lýsingarfyritøka arbeiðir við, nakað diffust nakað. Tá fólk so heldur ikki síggja okkara skelti nakra staðni í býnum, hava tey heldur onga orsøk at spyrja ella undrast yvir, hvat tey gera harinni, sigur Gunvá, sum samstundis viðgongur, at lýsingarfyritøkur gott kundu gjørt meir fyri at marknaðarført seg sjálvar.
- Tað er eitt sindur ironiskt, at vit, sum liva av at ráðgeva fólki í, hvussu tey best kunnu selja sína vøru, gera so lutfallsliga lítið burturúr at selja okkara egnu vøru. Tey flestu vita nokk, at vit seta lýsingar upp og kanska sniðgeva búmerki, men eg eri ikki so vís í, at fólk vita av, at vit eisini meta og ráðgeva um mest effektivu marknaðarføringina, sigur Gunvá.
Gunvá heldur, at ein av orsøkunum til, at føroyskar lýsingarfyritøkur ikki gera meir við at marknaðarføra seg sjálvar, er, at tað kann vera trupult at velja, hvat tú skalt leggja mest áherðslu á.
- Sum er, er føroyski lýsingarmarknaðurin so lítil, at flestu lýsingarfyritøkur eru noyddar at átaka sær nógvar ymiskar lýsingar- og prentuppgávur. Tí kann tað vera ein vági í satsa alt uppá eitt slag av uppgávu og lata hinar víkja, tí vit hava brúk fyri øllum, sigur Gunvá
Fasta sambandið
Nú fasta sambandið um Leirvíksfjørð skjótt verður veruleiki, sær Gunvá fyri sær, ikka bara at praktiska arbeiðsgongdin í sambandi við flutning av prentlutum fer at gerast munandi lættari. Hon er heldur ikki í iva um, at fasta sambandi fer at hava stóran týdning fyri umstøðurnar at røkja persónligu kundatænastuna.
- Sjálvt um næstan alt kann orðnast umvegis teldu í dag, kann tað ongantíð setast í staðin fyri persónligar samrøður og vitjanir á fyritøkuni, tú samstarvar við. Tí fer tað at hava ótrúliga nógv at siga, at tú bara kanst seta teg í bilin og hálvan tíma seinni kanst standa inni á gólvinum hjá kundanum. Tað kann bara verða stimbrandi fyri samstarvið, sigur Gunvá við Keldu.