nakrantíð hevur gjørt. Hann vísir á, at tað var sera vágið í sjeytiárunum at byggja ein stóran hand-ilsbygning so langt uttan fyri býin ? og vænta, at fólk kom at keypa, men tað riggaði. Talan var um fyrsta [...] nýtslu. Hesin bygningurin var til samans 600 fermetrar í trimum hæddum. Men fyri at byggja hend-an bygningin var neyðugt at keypa tvey hús, sum har stóðu. Á horninum stóðu húsini hjá Christoffer Hansen og [...] hann og Archibald Askham um hús, soleiðis at stóri handilsbygningurin kundi byggjast. Í desember 1970 lat handlin upp. Nú høvdu Mouritsen brøðurnir so nógv pláss, at partar av bygninginum varð leigaður út
bakkarnir, fjørðurin og um øll húsini nú fara at standa tóm? Um ikki so frægt sum eitt heimalamb fór at liva eftir, tá nú atombumban fór at bresta? Eg vónaði at doyggja av bjarta ljósinum, so eg ikki skuldi [...] nógvar av hinum eisini. Eg føldi, at eg var Hugin sjálvur, og at Jens Pauli skrivaði um mitt lív. Sitandi á Landsbókasavninum kom eg at minnast, hvussu eg byrjaði at síggja alt við eygunum hjá høvuðspersóninum [...] Tó eg veit, at dýrgripir finnast og fjalast við gráan eim. (?) Eisini, eisini tá veit eg, at lívið er gáva, eitt dýpi av dýrari tíð, sum øll skulu valla ígjøgnum rekast og villast inní. Eitt dýpi av dýrari
garðinum, áðrenn nakar tók yvir. Lata væl at Ein kolkomfýrur verður brúktur til at matgera á, og til hita eru gassbluss afturat. Og ein noyðist, sum sagt, út í ánna at vaska sær meðan ein býr í húsunum í Norðasta [...] fyri at borðreiða við góðum føroyskum mati til teir mongu gestirnar, sum vitja um sumrarnar. ? Tað eru mest bólkar, sum gera henda túrin. Sum oftast gista tey eitt vikuskifti. Okkara áhugi er at gera teimum [...] umleið 80 fólk. Tað er eisini fleiri ferðir komið fyri, at ferðafólkini eru antin komin ella farin avstað við sluppini Norðlýsið, sum kann leggja at niðri við eini náttúrligari lending, sum er stutt frá
var Colin ikki komin, men hann kom. Orsakaði, at hann var ov seinur, men hann hevði gingið, tí hann búði beint við. Suni kendi beinanvegin, at hetta fór at eydnast, tí Colin var góðir frásøgumaður. Hesa [...] barnagarður har. Á ferðini varnaðust útvarpsmenninir, at eitt portur var opið, hóast skilti boðaðu frá, at eingin atgongd var. Taxabilstjórin var við uppá at royna og sostatt fóru teir innar á Strawberry Fields [...] leggur dent á, at talan er ikki um tónleikasendingar, men meira um eina dokumentarsend-ing. Fyri ikki bert at siga søguna um The Beatles einaferð enn, so koma føroyskir tónleikarar og yrkjarar at siga sína
útaftur og segði, at tað ikki var, sum tíðindini vildu vera við, nakað í tí, at varaforsetin Lyndon Johnson eisini varð raktur. Til Texas á vitjunarferð Kennedy hevði leingi ætlað sær at fara til Texas, [...] frásagnirnar í USA siga, at tað var Lee Harvey Oswald, sum myrdi forsetan, so eru ikki øll á einum máli um tað. Fleiri gitingar eru um, hvør myrdi John F. Kennedy. Nógv eru tey, sum halda, at amerikanska mafian [...] legði størri dent á kríggið í Vietnam. Hann setti eisini ferð á kappingina um rúmdina við alment at boða frá, at Amerika vildi seta fólk á mánan og fáa tey trygt heimaftur innan 10 ár. Samstundis sum hann herdi
Føroysku húsarhaldini tykjast at hava verið nóg væl fyri fíggjarliga til at kunna møta stóru prís- og rentuhækkingunum, ið hava verið seinastu tvey árini. Ávísarnir vísa framvegis, at tað er framgongd í føroyska [...] harumframt er avlopið á handilsjavnanum stórt. Higartil tykjast húsarhaldini at hava verið nóg væl fyri fíggjarliga til at kunna standa ímóti stóru prís- og rentuhækkingunum, sum hava verið tvey tey seinastu [...] 2024, tá ið innlánsyvirskotið var á sínum lægsta stigi í 10 ár. Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men varnast høga útlánsvøksturin
Fólk, sum eg veit eru opin fyri at uppliva slíkt, nøkur teirra eru sera áhugað, og eg fegnist um at vísa teimum hetta. – Eg havi verið við til at lært nógv fólk Føroyar at kenna á hendan hátt síðstu 10 árini [...] sjálvandi endurtikið ár um ár. – Og áhugin hjá bryggjaríum at koma er stórur, sigur hann. Men hvussu verða bryggjaríini vald út at vera við? – Vit royna at taka bryggjarí við, har vit hava persónlig sambond. [...] tú fært inn á MBCFI25-økinum er ókeypis. Matur er eisini at fáa á tiltakinum, har tað er ein matsrká við fimm ymsum rættum. ##med2## – Umframt at koma til ølfagnaðin, so koma fólk eisni higar, tí tey eru
leikararnar. Tí er ikki vist, at akkurát heimavøllurin í hesum føri hjálpir Fleyr so nógv. Hava mist Hyggja vit at, hvussu gongdin í kappingini hevur verið í ár, so byrjaði alt við, at Fleyr legði seg á odda [...] hittast SÍ og Fleyr, og satt at siga, kundi tað illa verið meira spennandi enn tað sama. Serliga, um hugt verður eftir støðuni í landskappingini hjá kvinnum. Har hendi tað í vikuni, at SÍ yvirtók oddasessin, [...] uttanum, at sigurin hjá SÍ móti Fleyr var knúsandi greiður. Dysturin endaði 3-0, men Fleyr fekk bara 16, 13 og 16 stig í dystinum, og tað boðar frá stórum muni. Øðrvísi dystur Tað er tó eingin loyna, at dysturin
Higartil í ár hevur tað ikki gingið væl hjá B36. Í dag var einki at rafla um. B36 smurdi KÍ av 5-1! Tí ber ikki til at siga annað, enn at fyrsta KÍ tapið var øgiligt. B36 hevur aftur og aftur mist. Nú glapp [...] KÍ ikki tapt. Eftir trettanda umfar sigur talvan, at bæði Víkingur og KÍ hava tapt. Næstsíðsta umfar undan summarsteðginum var merkisvert á tann hátt, at talan var um fýra útisigrar og bara ein sigur á [...] og trý stig, sum bera við sær, at árstalsfelagið aftur er frammanfyri HB, sum tapti 2-1 á heimavølli ímóti Skála. HB legði seg framum, og HB hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, sum Sebastian
ímóti málinum og tóktist kiksa. -Vit eru ikki nøgdir við ikki at vinna í Gundadali. Í fyrra hálvleiki høvdu vit ikki mótið, sum skal til fyri at avrika, og mistak í verjuni kostaði mál. Tá taptu vit eisini [...] steðgin vóru vit væl betri, og tað hepnaðist at leggja fleiri góðar sendingar í brotsteigin, har vit tíverri ikki so ofta vóru nóg nógvir. -Vit eru nøgdir við, at vit í seinna hálvleiki reistu okkum ímóti [...] er besta liðið í Føroyum, og vit hava møguleika at vinna í Klaksvík. Tað er 50-50, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson. -Vit mugu enn einaferð staðfesta, at vit hava ikki verið so støðugir, sum vit vóru