Alt er púra opið millum HB og KÍ

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá ið fyrra hálvfinalan í Gundadali millum javnaldrarnar HB og KÍ endaði 1-1

Mikukvøldið 22. mai verður tað greitt, um tað verður HB ella KÍ, sum skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið.

Fyrra hálvfinalan var í góðveðrinum í Gundadali í kvøld. Úrslitið var 1-1, og harvið hevur KÍ lítlan fyrimun undan seinnu hálvfinaluni, men tað er einki at tosa um.

Klaksvíkingar vóru omaná í fyrra hálvleiki, og tá legði eyðsýndi Simen Sandmæl gestirnar framum eftir fínt einmansavrik. Hálvur tími var farin, tá ið bólturin varð spældur inn um verjuna, har Simen Sandmæl rann frá verjuni og sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í málið.

Beinanvegin eftir steðgin javnaði HB. Málskjútti var Ari Mohr Olsen, sum var leysur og fekk fatur á bóltinum, tá ið Binni Hløðversson royndi seg ímóti málinum og tóktist kiksa.

-Vit eru ikki nøgdir við ikki at vinna í Gundadali. Í fyrra hálvleiki høvdu vit ikki mótið, sum skal til fyri at avrika, og mistak í verjuni kostaði mál. Tá taptu vit eisini alt ov nógvar returbóltar. Eftir steðgin vóru vit væl betri, og tað hepnaðist at leggja fleiri góðar sendingar í brotsteigin, har vit tíverri ikki so ofta vóru nóg nógvir.

-Vit eru nøgdir við, at vit í seinna hálvleiki reistu okkum ímóti KÍ, sum í løtuni er besta liðið í Føroyum, og vit hava møguleika at vinna í Klaksvík. Tað er 50-50, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson.

-Vit mugu enn einaferð staðfesta, at vit hava ikki verið so støðugir, sum vit vóru í fjør, men tað gongur spakuliga rætta vegin, sigur HB venjarin.

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen sigur seg ikki at vera misnøgdan:

-Hugburðurin var góður, og kanska høvdu vit størru møguleikarnar. Hjá HB gongur tað rætta vegin, og úrslitið sigur væl, hvussu tað gekk, men sjálvandi iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at varðveita leiðsluna, sum vit vunnu okkum í fyrra hálvleiki, sigur KÍ venjarin.

KÍ liðið var nógv broytt sammett við higartil í ár:

-Tað ráddi um at geva pláss fyri royndu spælarunum, og eftir eitt korter fingu vit gott tak á tí. Vit hildu teimum frá stórum møguleikum í Gundadali, og tað er ikki so galið, heldur KÍ venjarin, og hann heldur fram:

-Í kvøld høvdu vit ikki ætlanir um at flyta vongverjarnar fram á vøllin. Tí royndu vit við beinleiðis sendingum, og hetta var rímiligt úrslit. Vit eru stinnir í verjuni og stinnir í skjótum mótálopum, so HB fer at fáa sína søk fyri í Klaksvík, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.

 Beinleiðis frásøgnin

http://www.in.fo/matches/?no_cache=1&tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=595&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=f7ea119d4907ec53a0a24544022a0d0d

HB – KÍ 1-1 (0-1)

Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

0-1: Simen Sandmæl 31.

1-1: Ari Mohr Olsen 49.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hørður Askham, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen – Pætur J. Petersen (Dan í Soylu, 78.), Adrian Justinussen, Símun Samuelsen (Daniel Johansen, 86.) – Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel, 73.)

 Gult kort: Símun Samuelsen

KÍ: Kristian Joensen – Deni Pavlovic (Darius Lewis, 76.), Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen – Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Simen Sandmæl, Boris Dosljak (Jonn Johannesen, 90.) – Patrik Johannesen (Steinbjørn Olsen, 83.)

Gult kort: Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen, Jesper Brinck