tikið stór fet. Føroyska alivinnan og Bakkafrost eru í dag fremst í heiminum, og tað eru flest allir føroyingar sera ernir av. Og samstundis er Bakkafrost ein stórur og týdningarmikil viðleikari í samfelagnum [...] hevði frí frá løgfrøðilesnaðinum. Uppgávan var at standa við avhøvdaran og taka í móti snøgga og skyggjandi laksinum, ið kom ein fyri og annar eftir inn eftir bandinum. Longu tá fekk eg eyguni upp fyri, at [...] á leið. Til einar burðardyggari og grønari Føroyar. Eg skal at enda vegna Føroya landsstýri, ynskja tykkum hjartaliga tillukku við Bakkafossi og Guds signing yvir skip og manning. Takk fyri. Aksel V. Johannesen
vøkur og eggjandi at síggja og vitja, og væl er hon rík við seyði og fugli, men hon er berg, øll sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og er ansin [...] henni so mangan, bæði í góðveðri og illveðri, og altíð líka dragandi er at eygleiða bergið, gjáirnar og grønu líðirnar, teir kringu seyðirnar og stóra fuglameingið á flogi. Og líka so ofta man tankin hava [...] tí her ráða veðrið og náttúrukreftirnar fult og heilt. ##med3## -- Nógvar søgur og sagnir knýta seg til Hvalba og Lítla Dímun. Sum børn læra okur í skúlanum bæði um turkar, sum rændu og loyptu ræðslu á fólk
hava okkara kæru millum okkum í løtuni- og tíð og stað viskast út. Sum tá ið himmal og hav møtast í havsbrúnni, og vit ikki síggja júst, hvar markið gongur millum hesi bæði, tí tey fyri okkum at síggja eru [...] so verður tað ósagda og upplivaða eisini partur av lívsleiðini og ættararvinum. Tað verður partur av lívssøguni og samleikanum hjá einstaka menniskjanum, familjum, bygdum, oyggjum og landi. Tað verður okkara [...] heiðurs og æru. At tit hava valt at seta minnisvarðan mitt í bygdina, umgirdan av fólki og vøkstri, er ein fjálg umhugsað gerð, sum dagliga fer at minna okkum á kvinnurnar og alt tað, tær bæði mistu og góvu
kvinnurnar í myndini, men eisini við trøini og landslagið rundanum. Og hetta gevur eina harmoniska og samanhangandi heild, har bakgrundin verður javnsett við forgrund og miðgrund. Myndin hevði alstóran týdning [...] hinvegin lættar og óhátíðarligar myndir av menniskjum, sum taka saman hendur og skapa ítøkiligt samband hvør við annan. Stílurin í málningunum hjá Silju Strøm er enn sum áður abstraktur og figurativur í [...] samanhangandi og organiskir enn teir vóru við sera týðiligum samskifti millum figurar og heild og eini greiðari miðlan av einum ofta ekstatitiskum huglagi. Tøkniliga mennist listakvinnan sum málari og brýtur
ymiskum fakbólkum og menniskjum, at koma tættari uppá hvønn annan, og at læra av og um onnur. Tað hevur verið eitt ógvuliga læruríkt og gevandi samstarv, til gagns fyri okkum og børnini, og úrslitið sæst í [...] hava stórt viðri í sær sjálvum, og eiga vit at loyva børnunum framat og at síggjast. Børnini hava møguleika, at gera sína ávirkan galdandi, á nógvar ymiskar hættir, og tað eigur at síggjast at býurin eisini [...] samfelag, hava øll rætt til at siga sína meining, verða hoyrd, vird og hugsa og halda tað, sum tey vilja. Hetta er eisini galdandi fyri børnini, og tí er neyðugt at hetta verður inndrigið í tað arbeiði, sum verður
bland av slupproyki, saltfiski og torv- og koleldi, og handlum, sum ruku av kaneli og te og kaffi og onkuntíð av rotnandi súreplum. Hetta var ein tíð, tá ið allar hendur um summarið stríddust við at breiða [...] nátúrligt samabnd bæði við børn og vaksin. Og soleiðis minnist eg Sandavág. Sjálvandi varð eisini happað tá, og sjálvur slapp eg heldur ikki undan, og sjálvandi vóru grenjut og smálig vaksin. Men eg minnist fyrst [...] Hon giftist og setti búgv í bygdini, og hetta sambandið frá barnsbeini hevur hildið sær. Tað kennist løgið og skeivt, havi eg ikki gloppað hurðini hjá henni, tá ið eg eri her vesturi, og børnini hjá mær
bygd um til skrivstovur og handlar. Við Aker Brygge sum støð fóru Kjell Inge og Bjørn Rune av alvara at gerast vælkend nøvn í Noregi. Teir keyptu næstan alt, teir fingu hendur á, og spakuliga komu teir innum [...] smáttur og skjóttgangandi bilar og bátar, so velja gomlu eigararnir at brúka pengarnar uttan at øll leggja merki til tað. Røkke er opin og ger ikki nógv fyri at halda seg uttan fyri upptøkutól og fototól [...] undir at byggja sítt egna reið arí og bygdi upp sín egna flota. Kjell Inge Røkke gjørdist skjótt ein av mætastu reiðarunum í Alaska og statinum Washington. Tað var fyrst og fremst Alaska Pollock, sum fekk
taka vit málið í egnar hendur og royna at endurskapa tey 20 arbeiðsplássini aftur, sum Aker Seafood hevur slept. Við blaðið Fiskaren sigur hann, at kommunan hevur bæði hølir og bryggjukant. - Vit hava [...] eru tey í hesum døgum eisini vónbrotin av, at Kjeld Inge Røkke og Aker Seafood hava flutt flakaframleiðsluna úr Kjøllefjord til Mehamn og soleiðis hevur minkað munandi um virksemi á fiskavirkinum í Kjøllefjord [...] var fiskivinnan, sum í síni tíð gjørdi, at fyrstu íbúgvarnir settu seg niður her, og tað er fiskinum, vit hava livað av og ætla at liva av eina tíð enn, sigur Harald Larssen, borgarstjóri, sum eisini er
sum nú hava verið á almannaverkið í eina tíð og hann helt, at Rósa Samuelsen hevur havt lyndi til tváa sínar hendur og at kasta skyldina yvir á Almannastovuna og aðrar almennar stovnar. Hetta loypti øði í [...] ári fær nýggjar umsóknir ella umsóknir at endurnýggja, er tað í roynd og veru Almannamálaráðið, ið tekur avgerðina. Og tað er í roynd og veru eisini tað, ið er farið fram í málinum um Levi. Almannastovan [...] irnar. Tað kann ikki góðtakast, at foreldrini bara vera kontaktaði og stutt kunnaði um, at børnini skulu heim.« Hesar yvirskriftir og endurgevingar er Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum,
sjúkrarøktarfrøðingar og tóku ímóti okkum. Vit komu inn á skaðastovuna, og tær fingu hendur á læknanum, sum kom beinanvegin.(Sonnurin fekk tríggjar pentur í pannuna, og vit takkaðu fyri okkum og so avstað aftur [...] hetta tók okkum undir hálvan tíma, og vit náddu umborð á Smyril aftur í øllum góðum og høvdu ein fantastiskan túr.(Hetta er ikki nøkur stórhending ella er tað? Tá eg siti og lurti eftir øllum hesum útspillingunum [...] Smyrli. Tá vit vóru komin um hálva leið um Suðuroyarfjørð, var sonur mín óheppin og datt. Hann fekk eina grova flengu í pannuna, og har var onki at gera. Vit máttu ein túr á Skaðastovuna, tá vit komu til Havnar