Flakavinna
Í Kjøllefjord í Finnmørkini eru tey í hesum døgum eisini vónbrotin av, at Kjeld Inge Røkke og Aker Seafood hava flutt flakaframleiðsluna úr Kjøllefjord til Mehamn og soleiðis hevur minkað munandi um virksemi á fiskavirkinum í Kjøllefjord.
Borgarstjórin í Lebesby kommunu, Harald Larssen, ið hevur Kjøllefjord sum høvuðssæti, sigur, at hann nú fer at fáa kommunustýrið við sær at játta 2,5 miljónir norskar krónur til nýtt fiskavirki í bygdini. Hetta stig fer hann at taka í samstarvi við vinnulívsfólk í økinum.
- Hesaferð taka vit málið í egnar hendur og royna at endurskapa tey 20 arbeiðsplássini aftur, sum Aker Seafood hevur slept.
Við blaðið Fiskaren sigur hann, at kommunan hevur bæði hølir og bryggjukant.
- Vit hava eisini tey arbeiðsfólkini, sum vóru í starvi hjá Aker Seafood.
Borgarstjórin vísir á, at seinastu fimm árini hevur Aker Seafood minkað um talið av arbeiðsfólki í fiskiídnaðinum í Kjøllefjord úr 90 og niður í stívliga 20.
- Hetta er dramatiskt fyri eitt slíkt bygdasamfelag, leggur hann aftrat.
Sum skilst, er Kjøllefjord eitt gamalt fiskivinnusamfelag í Finnmørkini.
- Tað var fiskivinnan, sum í síni tíð gjørdi, at fyrstu íbúgvarnir settu seg niður her, og tað er fiskinum, vit hava livað av og ætla at liva av eina tíð enn, sigur Harald Larssen, borgarstjóri, sum eisini er vónsvikin av, at Røkke & Co ikki hava hildið sína leveringsskyldu av fiski í Kjøllefjord.
Tað er langt ímillum, at nakað hoyrist í Føroyum um, at kommunur taka hond um vinnulívið saman við privatum íleggjarum ella vinnulívsfólki.
At tað almenna í Føroyum stuðlar undir nakað sum helst, er líkasum vorðið “forboðið” – og orðið studningur ella stuðul er næstan vorðið eitt “banniorð” millum tey, sum hava lisið hægri lestur uttanfyri landoddarnar.
Í Føroyum eru vit soleiðis farin úr einari grøv í aðra – úr botnleysu studningsgrøvini í eina aðra grøv, har studningur ikki má takast upp á tungu.
Meðan kommunan í Noregi beinleiðis setir pening í eitt fiskavirki fyri at bjarga nøkrum arbeiðsplássum, kunnu vit kortini siga, at føroysku kommunurnar í fleiri førum eru við til at útvega vinnulívinum planerað undirlendi og havnaløg.