Rós til skaðastovuna á Landsjúkrahúsinum

((Rúni Thomsen, Hvalba
(Tann 16. apríl 2006 var eg saman við nógvum øðrum føroyingum eina ferð runt Føroyar við Smyrli. Tá vit vóru komin um hálva leið um Suðuroyarfjørð, var sonur mín óheppin og datt. Hann fekk eina grova flengu í pannuna, og har var onki at gera. Vit máttu ein túr á Skaðastovuna, tá vit komu til Havnar. Har reyk hasin túrurin, hugsaði eg, men eg vildi tó royna, um tað ikki kundi bera til at náða tað, tí Smyril var liggjandi á Havnini eina løtu.(Eg ringdi til skaðastovuna, og tey vóru sera fryntliga at snakka við. Tey søgdu, at tey skuldu royna at loysa mín trupulleika, so eg kundi náa við aftur Smyrli, men sjálvandi kundu tey ikki lova nakað.(Tá vit komu á Havnina, hevði eg fingið fólk at vera á keiini eftir okkum báðum. Í hurðini inn á skaðastovuna stóðu tveir fryntligir sjúkrarøktarfrøðingar og tóku ímóti okkum. Vit komu inn á skaðastovuna, og tær fingu hendur á læknanum, sum kom beinanvegin.(Sonnurin fekk tríggjar pentur í pannuna, og vit takkaðu fyri okkum og so avstað aftur. Alt hetta tók okkum undir hálvan tíma, og vit náddu umborð á Smyril aftur í øllum góðum og høvdu ein fantastiskan túr.(Hetta er ikki nøkur stórhending ella er tað? Tá eg siti og lurti eftir øllum hesum útspillingunum av Landsjúkrahúsinum, so er tað bara, at eg undrist, var tað eg sum var heppin, ella hoyra vit bara um tey einstøku óhepnu. Eg havi ikki svarið, men eg vil við hesum bera mínar allarbestu heilsanir og stórt rós til Skaðastovuna á Landsjúkrahúsinum, sum gjørdi eitt stak gott arbeiði og samstundis reddaði okkum dagin.(Tað skal her eisini sigast, at manningin á Smyrli veitti eisini stóra hjálp og gjørdu sítt arbeiðið til fulnar.