tað bara at frøast um, at talan nú tykist vera um enn eitt lið, sum er ført fyri at blanda seg í oddinum. Fyri ÍF merkti tapið hinvegin, at tær dragnaðu eitt fitt petti í mun til oddaliðið av Tvøroyri. [...] bast TB. Tað gjørdu tær í fyrsta umfarinum, og komandi vikuskifti fæst sjón fyri søgn, hvørt talan tá bert var um upplop, ella um ÍF veruliga hevur evnini til at leggja seg út í oddastríðið. [...] Kvinnuflogbóltur Higartil í kappingini hava tað fyri tað mesta verið trý lið, sum tosað hevur um, tá talan hevur verið um heiðursmerkjakandidatar. TB, Mjølnir og ÍF høvdu fram til hetta vikuskiftið býtt
sum vóru við í veðrasýningini hesuferð, vóru onki at reypa av. Eliesar Poulsen, sum í síni tíð tók stig til sýningarnar, sigur, at hesu ferð vóru 41 veðrar við í sýningini. Veðrarnir eru í tveimum bólkum [...] um tað í fyrstu syftu, men tað hevur stóran týdning at ansa eftir, at velja tey góðu gomburlombini burturúr at seta við. Seinni verða eisini sýningar í øðrum bygdum í Suðuroynni, men tað er bara í Hvalba [...] tað er kalt í veðrinum, men tað heldur Eliesar ikki, í hvussu so er ikki tá ið talan er um feitan seyð. Men tíðir broytast og nú hava fleiri fingið sær talju og spæl at fáa skinnið av við, so nú er tað eitt
seg sum professionella, bæði í Jugoslavia og í Týsklandi. ? Steðgurin í Týsklandi var ikki drúgvur. Eg var bara har í ein mánaða. Eg treivst ikki. Fólk vóru ikki so fitt sum í Føroyum. Eg dugdi ikki týskt [...] skifti sluppu Maja og tey ikki í skúla í ein heilan mánaða, tí skúlin varð sprongdur í luftina við eini rakett. ? Hjá okkum plagar skúlagongdin at vera í tveimum. Summi ganga í skúla frá sjey á morgni til [...] tilvild, at Maja endaði í Føroyum. Tvøroyrar Bóltfelag, TB, fór í summar at leita eftir einum útlendskum leikara at styrkja um flogbóltslið sítt, tí í ár var ætlanin at taka kappingina í føroysku landskappingini
Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Før. gudstænasturnar í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum [...] rnir, ið kunnu geva okkum eina hóming av, hvussu vælferðin í Føroyum hevur tað. Ein týðuligt tekin er blanka nýggja stálið á vegnunum, sum í kreppuárunum vóru fyltir av litfarnum og rustaðum blikkdósum [...] øl fyri hvørja ólavsøku í fer framvið. ? Fólk hava fingið meira pening, og fólkatalið er hækkað. Tey keypa meira av øllum, eisini av øli, siga tey av Føroya Bjór. Tað bar ikki, nú undan ólavsøkuni, til hjá
illa fæst verið uttandura. Í kantinuni fingu vit kaffi, ið har á staðnum verður mett sera týdningarmikið. Liðið var nú savnað, og hvør einstakur segði hvør hann var. Vit skuldu nú beina leið út í Finnmørkina [...] vit upp flogfarið í síðstu løtu. Vit vóru ávegis til Alta í Finnmørkini. Alta Soleiðis at flúgva Noreg frá enda í annan tekur meira enn tveir tímar. Á vegnum skuldu vit millumlenda í Tromsö, men heldur [...] upplivilsi nátt í vrá á villini vetrarvídd í grundini er. Slíkt verður okkum neyvan unt at uppliva aftur, men minnini hava vit. Og fastfrystu løturnar, ið tilber at seta í myndabókina heima í stovuni. Av sonnum
gongur heilt víst ein tíð enn, sigur hann. Les alla samrøðuna við John Mikkelsen í Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu í sølubúðum kring landið og talgiltur her [...] seinnapartar og langt út á kvøldarnar, tekur hann nú ímóti og avgreiðir bíleggingar út av húsinum. Um dagin er hann í matstovuni Bitin, og um kvøldið er hann í Etika. Við frástøðu. – Hetta er langt frá tí, [...] serligur stemningur, tá vælumtóktu matstovurnar heima í Havn eru fullar av gestum, og fólk hugna sær og slappa av, sigur hann. Tað er stórur munur á at arbeiða í matstovum, har gestir koma at hugna sær og fáa
so, at Paul Allen gjørdist frískur, men nú fæst hann við annað enn bert at arbeiða. Millum annað læt hann fyri fáum árum síðani eitt stuttleikaskip byggja í Kiel í Týsklandi, sum alment kostaði 1,1 milliard [...] privatflogfar umframt tvey onnur eitt sindur smærri flogfør. Lesið meiri og síggi fleiri myndir í Sosialinum í dag
MBF hevur í fleiri ár víst á, at føroyskar sendingar í Kringvarpi Føroya eiga at vera tekstaðar og teknmálstulkaðar. Í ár hava vit sæð batar á hesum øki. Dagur og vika saman við 3-2 verða í dag stroymd [...] Ætlanin er nú, at hetta tilmælið skal nýtast sum grundarlag fyri at gera eina nýggja tænastulóg, ið vónandi gerst veruleiki í 2018. Eisini var bóklingurin ⹂Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum“ [...] eru fleiri av føroysku sendingunum í KvF tekstaðar. Hetta eru batar, sum vit saman kunnu gleðast um, tí tað eru ítøkiligu batarnir, sum borgarar úti í samfelagnum merkja í gerandisdegnum, ið vit eiga at ynskja
og fólk yvirhøvur mangan í stóran mun gera vart við seg í almenna kjakinum. Hesu ferð er fíggjarlógaruppskotið fyri 2013 serliga merkt av, at roynt verður at spara og tátta í á teim ymisku útreiðslupostunum [...] økja sum minst um lántøku landskassans. Hetta er í hesum tíðum ikki nakað serstakt fyri Føroyar. Hyggja vit rundan um okkum í heiminum, og ikki minst í Europa, so eru fíggjarviðurskiftini mangan verri [...] til ta tíð, heldur enn at avtaka hann nú, og so byrja av nýggjum. Sum er, hevur hann eitt grundstøði at standa á. Ein løgin útsøgn Undir einum orðaskifti í tinginum nú um dagarnar kom formaður Javnaðarfloksins
hevur nógv meira ljós verið í luftini, og nú sæst stórur dagamunur. Her sum eg siti, er dagurin komin, tá ið sólin fer á rull av reyninum og oman á hálsin vestanfyri. Hon tekur í ein kneysa ella tveir, er [...] er so aftur leys, til hon kemur í krikan og søkkur niður í vøtnini har. Hesa ferð er tað, sum hon logar bjartari, enn nakar mintist. Landið liggur sum í nýggjum ljósi. Tann stóra kanningin er av. Hon kannaði [...] ndini eru neyvar, men í grundini bara sum ein váttan av tí tilfari, vit høvdu fingið til vega frammanundan í okkara egnu fjølmiðlum. Tað boðar frá góðum, at álvari og førleiki nú kunnu fáa umstøður at