Kvinnuflogbóltur
Higartil í kappingini hava tað fyri tað mesta verið trý lið, sum tosað hevur um, tá talan hevur verið um heiðursmerkjakandidatar. TB, Mjølnir og ÍF høvdu fram til hetta vikuskiftið býtt stigini sínamillum í innanhýsis dystum sínum, og so høvdu tey bara tikið alt, tá talan var um dystir móti Drátti, KÍF og Fleyr.
Dráttur hava tó fleiri ferðir víst, at tær kunnu koma heilt nær, um lagið er tað rætta, og tað var tað sunnudagin. ÍF var á vitjan á Giljanesi, og eftir ein harðan dyst, sum gekk út í fimm sett, eydnaðist tað heimaliðnum at knógva ÍF.
Fyri Drátt merkir sigurin sjálvandi fyrst og fremst, at tær nærkaðust ÍF á triðjaplássinum, men sálarligi týdningurin av sigrinum man vera nógv størri enn so. Eftir at tað fleiri ferðir hevur verið nær við, fekk Dráttur hesa ferð prógvað, at tær væl kunnu vera við, har sum tað hendir, og fyri kappingina er tað bara at frøast um, at talan nú tykist vera um enn eitt lið, sum er ført fyri at blanda seg í oddinum.
Fyri ÍF merkti tapið hinvegin, at tær dragnaðu eitt fitt petti í mun til oddaliðið av Tvøroyri. ÍF er annars einasta lið, sum higartil hevur megnað at bast TB. Tað gjørdu tær í fyrsta umfarinum, og komandi vikuskifti fæst sjón fyri søgn, hvørt talan tá bert var um upplop, ella um ÍF veruliga hevur evnini til at leggja seg út í oddastríðið.