uppgávu sum politikarar, tá vit ikki taka avleiðingarnar av, at vit ikki longur hava álit á leiðsluni. Tað er at gera seg inn á demokratiið, og er ein partur av taktiska spælinum, har tann veiki vónar [...] hóvasták. Hann er 42 ára gamal, studentur frá 1975, hevur lisið norrønt mál sum hjágrein á Fróðskaparsetrinum, og søgu á universitetinum í Århus, áðrenn hann kom heimaftur til Føroyar í 1978 at arbeiða í b [...] fegin um at fáa so stóra ávirkan, og slapp at siga og gera, sum eg helt verða skilabest, sigur Finnbogi Arge, um fyrstu ferðina hann kom inn á ting. Hann hevði annars væntað, at flokspolitiska dissiplinin fór
vildi eg ikki gera. - Eg hugsaði sum so, at kundi eg ikki sleppa inn á skúlan á sama rættvísa hátt sum øll hini, so skuldi eg ikki inn á Handilsskúlan. Kortini frøir tað meg, at fólk við breki hava henda [...] við. Í einum bili úr Árnafirði var Atli við skundi koyrdur á sjúkrahúsið í Klaksvík - framvegis við hondini rimmar fastari í miksaranum. Útgerðin á sjúkrahúsinum var ikki tann sama tá sum í dag, og ta einu [...] ætlanin varð steðgað av Landsverki, tí nýggi tunnilin til Árnafjarðar, skuldi koma út á grundøkið, har byggjast skuldi á. Kósin verður síðani sett ímóti einum lítlum húsum í Klaksvík, sum áður vóru nýtt sum
skuldi vita, at eg hevði verið í Ebeltoft, fyrr enn eg kom aftur á jólum. So eg segði við øll, at eg var farin til Holbæk at arbeiða upp á lastbilar, sigur Willy. - Tað var eitt sindur trupult at halda tað [...] broyting fyri meg, tí eg var vanur við at hyggja eftir filmum og eta okkurt langt út á náttina. Nú kundi eg ikki longur eta tað, sum eg hevði hug til, og um dagin íðkaðu vit nógvan ítrótt. Sum tíðin leið [...] morgunmat klokkan 8, aftaná tað vandu við í eini høll við góðum umstøðum, og aftan á døgurða var ofta meira venjing á skránni. - Vit fingu eisini undirvísing um kroppin, um kost og annað, og vit sluppu
mánaðirnir arbeiddi hon á bókasavninum á Caspari Centrinum í Jerúsalem. Henda miðstøðin fyri messianskar jødar skipar millum annað fyri skeiðum fyri messianskar jødar, og virkar á annan hátt sum eitt tilboð [...] vegurin, Jesus gekk, frá tí hann varð dømdur, til hann kom út á Golgata og varð gravlagdur. ? Á Via Dolorosa eru 14 ymisk støð, har steðgað verður. Á hvørjum staðið varð lisið upp úr Bíbliuni. Sungið varð eisini [...] hópatali ferðast til Jerúsalem, og tað munnu eisini vera mong her á landi, sum kundu ynskt sær at komið til Jerúsalem - og tað serliga á páskum. Hjá teimum flestu verður hetta ikki meir enn ein longsul
kosta umleið ein helming av tí, tey kosta í Føroyum. Prísurin á bensini liggur um 4,70 krónur fyri liturin, og er á veg longur niður. Tá prísurin á bensini var hægstur, lá hann kortini um 7 krónur fyri liturin [...] í landi í tveir. Tá teir eru á svartkalvaveiði, kunnu túrarnir gerast nakað longri. Tvær manningar hoyra til skipið; tá teir eru á rækjuveiði, er talið 28, og tá teir eru á svartkalvaveiði, er talið 30 [...] – eftir føroyskum mátistokki. - Eg eri onkran túr við sum stýrimaður, men mær dámar betri á verksmiðjuni enn á brúnni. Hann letur annars væl at gongdini við fiskiskapi í kanadiskum sjógvi, og hann letur
fýrverk at skjóta á nýggjárinum. Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr? - Vit halda altíð nýggjár heima á Ovarugøtu. Gamlaársdagur er rættiliga siðbundin, har vit brasa riv á nátturðatíð [...] koma fólk á gátt gamlaársdag, ár eftir ár. Tó so, at onkur fellur frá, tá aldurin fer avstað við teimum. Ein góður vinur av húsinum var inni á gólvinum seinasta gamlaárskvøld og heilsaði upp á okkum, sum [...] ikki tann stóra áhugan fyri fýrverki longur. Hans Andrias Kelduberg heldur, at tað hevði verið betur, um kommunur ella eigarafeløg samskipaðu fýrverkskjótingina á nýggjárinum. Eg haldi, at hetta hevði
Aktivur formaður Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska leikpallinum. - Tað er avmarkað, hvat ein e [...] evnir, sum røra seg í samfelagnum. Vit mugu koma á tal við fleiri fólk í lokalsamfelagnum og fáa at vita, hvat rørir seg har. Yngst og elst Kári vísir á, at tað hevur eydnast sjálvstýrisfólki at endurreisa [...] mínum tykki eigur at vera á fíggjarløgtingslógini. Ætlaðu vit í staðin at hava eina fríkirkju, noyðist kirkjufólkið sjálvt at gjalda fyri sína egnu kirkju - og tá hava vit ikki longur eina fólkakirkju í Føroyum
bera seg undan, tá ið tær verða bidnar um at stilla upp. Viðkomandi tók meg upp á orðið og heitti á meg at stilla upp. Tá helt eg, at tað var brúk fyri at fáa kvinnur í bygdaráðið og kvinnulistin, sum stillaði [...] fólk sum hon ger á Fiskavirking. Nógvar eru glósurnar, sum fara ígjøgnum luftina, men tað skortar heldur ikki upp á góð ráð og viðmerkingar til tað ymiska. - Eg verði viðfarin akkurát á sama hátt sum eg [...] kjak, ið er frammi av og á og sum vísir, hvussu trupult tað er at reka eina kommunu, ið er so hart spent. Vit vinna og henda illsliga mánadagin seinnapartin í januar hittast vit á kommunuskrivstovuni í Vestmanna
Tá Landingarmiðstøðin við Toftagjógv læt aftur nakað fyri jól, helt øll landing á Toftum uppat. Serliga útróðrarmenn argaðust um, at teir, sum áttu og róku landingarmiðstøðina, høvdu valt at selja bygningin [...] ein part av bryggjukantinum í skipahavnini á Toftum. Men, tíðliga í apríl kundi Nes kommuna almannakunngera, at nú hevur eitt nýtt felag - Landingarmiðstøðin á Toftum - latið uppaftur landingarvirksemi [...] í bygninginum, har Valhalla áður hevði sítt virksemi longur inni á havnalagnum. Tað er Niclas Davidsen, sum var ein av eigarunum av gomlu landingarmiðstøðini, sum hevur tikið stig til nýggju landinga
í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn henda junidagin í 1989. Pávin var á vitjan í Norðurlondum og skuldi nú hava gudstænastu á hesum staði. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, bæði tíðindafólkum og fólki [...] fyriskrivaða, og fer beinleiðis fram á altarið at halda bøn. Fólk gerast nervøs og ein ávísur spenningur tekur seg upp millum tíðindafólkini, tí hetta kom púra óvart á tey øll. - Men soleiðis var hann bara [...] skuldi vera, bæði praktiskt og við tíðini. Men hetta, hann nú gjørdi kom púra óvart á øll: At hann skuldi falla á knæ frammanfyri altarið var fullkomuliga uttanfyri ta løgdu skránna! -Men soleiðis var